Fótbóltur

Skjótur og góður aðalfundur

Leygardagin var árligi aðalfundur Fótbóltssamband Føroya hildin á Hotel Hilton í Havn. Roknskapurin fyri farna ár vísti eitt yvirskot upp á slakar 2,7 milliónir krónur.

Christian Andreasen, FSF-forseti (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Christian Andreasen, FSF-forseti (Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

2022-02-19 23:16 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Árið í fjør hilnaðist væl fyri Fótbóltssamband Føroya. Hetta kom fram á árliga aðalfundinum, sum varð hildin á Hotel Hilton í Havn leygardagin.

Roknskapurin fyri 2021 varð lagdur fram, og vísti hann eitt yvirskot upp á slakar 2,7 milliónir krónur.

[object Object](Mynd: Hans Erik Danielsen / FSF)

Einki stórvegis mál var á skránni, annað enn, at limirnir í yvirkæruvendini og aganevndini stóðu fyri vali. Øll tóku við afturvali, og vórðu einmælt vald fyri næstu tvey árini.

Í yvirkærunevndini sita Høgni Høgnesen, Andrass Holm Arge og Jens Erik Magnussen. Eykalimir eru Sigmund Poulsen og Birita Sandberg Samuelsen.

Í aganevndini hjá FSF sita Anni á Hædd, Sissal Kristiansen og Kenn Nónklett. Eykalimir eru Bárður Larsen og Djóni Thomassen.

Talan gjørdist tískil um ein skjótan, góðan og siðiligan fund, ið varð avgreiddur eftir góð trý korter.

Aðalfundurin endaði við at forsetin, Christian Andreasen tók samanum, og síðan bleiv fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder