Fótbóltur

Skotar fingu stolið sigurin

Tað varð áleið sum ímóti Danmark: Eitt flott føroyskt avrik á einum ógvuliga lívligum Tórsvølli móti liði úr oddinum, har tað var málleyst, til fáir minuttir vóru eftir - men so kom eitt innlegg úr høgru, ið varð beint í føroyska máli:.

Føroyska liðið hevði aftur stórar møguleikar í fyrra hálvleiki í kvøld, men kynisman var aftur á muni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroyska liðið hevði aftur stórar møguleikar í fyrra hálvleiki í kvøld, men kynisman var aftur á muni (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-10-12 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fyrra hálvleiki vóru føroysku møguleikarnir har, og okkara høvdu eisini bóltin útvið eins nógv sum teir í myrkabláum. Men fyrstu tjúgu minuttirnir í seinna hálvleiki tyktust sum eitt langt skokst trýst, tó uttan at útiliðið kom til veruligar møguleikar. Í mun til fyri stegðin komu skotar til nógv fleiri innlegg í 2. hálvleiki. Hetta gav fleiri vandamiklar støður, men trý-mans miðverjan, saman við hinum, handfór so at siga allar støðurnar væl.

Sí eisini:
Stórir møguleikar í sterkum avriki móti Skotlandi
Myndir: Føroyar - Skotland

Í 66. minutti fingu føroyingar endiliga tamarhald á bóltinum og høvdu pláss og dirivi at fyrst halda uppá hann og síðani fara avstað. Brandur Hendriksson sneiddi sær í eyðkendum stíli væl mitt á vøllinum og sá síðani, at Gilli Rólantsson var í ferð við at renna framvið Andy Robertson. Liverpool-bakkurin og skotski liðformaðurin megnaði ikki at fáa fatur á skjóta tvøramanninum, ið komin inn í brotsteigin sneddi inneftir, fann Hall Hansson, ið royndi at skrúa bóltin inn, men hann fór framvið.

Løtu seinni kom orkuríki Ári Mohr Jónsson, ið var farin aftur á vongbakkin fyri skadda Viljorm Davidsen, til tvær góðar innlegsstøður - fyrst og fremst tí eyðsýndi Jóan Símun Edmundsson sum ikki einaferð hevði tikið bóltin væl til sín og funnið ein liðfelaga. Skotar komu tó fyri í báðum førum, og sum heild gjørdist talan um støður heldur ella føroyskir møguleikar eftir steðgin.

[object Object]
Jóan Símun Edmundsson kom til ein góðan málmøguleika næstan beinanvegin og fekk í fleiri førum væl tikið bóltin til sín og skapt nakað (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tað snúði seg fyrst og fremst um at verja, og tað gjørdu teir hvítkløddu samanlagt ógvuliga væl. Í 75. minutti fekk Ári ikki avgreitt støðuna nóg væl, men Teitur bjargaði ógvuliga væl við einari fótparadu. Tríggjar minuttir seinni fingu skotar stúta, eftir eitt gott innlegg úr vinstru, men aftur var HB-málverjin væl fyri - tvær ferðir hevði Billy Gilmour tvær fínar skotroyndir av brotsteigarmarkinum, ið báðar fóru framvið.

Tað sá út til, at tað fór at enda við málleysum javnleiki, men so fingu skotar brádliga ov nógv pláss til høgru, og Lyndon Dykes fekk líka runnið seg frían inni í brotsteignum og heppið beint bóltin í føroyska málið, og so vaknaði Tartan Army brádliga yviri í horninum við svilmjihøllina, har teir annars lívligu skotarnir annars høvdu staðið frustreraðir leingi.

Tá vóru fimm minuttir eftir, og hóast sjey minuttir vórðu lagdir afturat og álopskendar útskiftingar, so megnaðu Føroyar ongantíð at leggja trýst á. Skotland spældi klókt, hildu tamarhald á bóltinum og fingu trý stig. Hóast skotar samanlagt vóru omaná, tá tað millum annað verður hugt eftir tí at hava bóltinum og tal av skotum mótimálinum, so kundu - og burdu - føroyingar fingið stig burturúr á Tórsvølli í kvøld.

HM-undankapping, bólkur F
Tórsvøllur, 12.10
Føroyar - Skotland 0-1 (0-0)
86' Lyndon Dykes 0-1

Føroyar (5-4-1/3-4-3):  Teitur Matras Gestsson - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal (59' Hørður Askham), Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen (59' Petur Knudsen) - Hallur Hansson (L - 90' John Frederiksen)), Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Ári Mohr Jónsson - Jóan Símun Edmundsson (90' Klæmint Andrasson Olsen)

4.233 áskoðarar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder