Víkingur og Eilish McSorley hava gjørt eina tvey ára avtalu, sum inniber at Eilish skal venja besta kvinnuliðið hjá felagnum í meistaradeildini.
Eilish McSorley er 32 ár og er úr Skotlandi. Hon er fyrrverandi yrkisfótbóltsleikari og hevur m.a. spælt við Glasgow City, Sassuolo og Våsterås, og so hevur hon eisini umboðað skotska landsliðið.
Eilish hevur eina bachelor í ítrótti og B-venjaraprógv. Hon hevur m.a. havt egið fótbóltsakademi, og verið venjari hjá FC Girvan U20 monnum. Hon er ikki heilt ókend í Føroyum, tí í fyrru helvt av 2025 var hon venjari hjá 07 Vestur kvinnum, skrivar Víkingur.
- Vit eru sera spent og glað fyri at hava fingið avtalu í lag við Eilish, og gleða okkum til samstarvið. Eilish kemur til landið skjótt og gleðir seg at møta hópinum og Víkingum annars, skrivar felagið.
Skotin fer at starvast í Sarpugerði fulla tíð.
Grundspælið í meistaradeildini hjá kvinnum byrjar sunnudagin 22. mars. Víkingur hevur fyrsta dyst á heimavølli móti B36.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald