Fótbóltur

Skotland skal royna at órógva byrjanarveitsluna

Týskland tekur ímóti í München klokkan 20, tá EM 2024 verður sett í gongd.

Skotar síggjast aftur í býarmyndini í Munchen (Mynd: EPA)

Skotar síggjast aftur í býarmyndini í Munchen (Mynd: EPA)

2024-06-14 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Niðurteljingin er skjótt av, og startskotið - fyrsta bríksl - verður á mæta Allianz Arena klokkan 20 føroyska tíð. EM 2024, nummar 17 í røðini, byrjar í dag.

Sí eisini:
17. evropameistaraheiti í fótbólti fer nú av bakkastokki
Tíggju vertsbýir í Týsklandi

Týskland er rímiliga stórur favorittur, men nógv spurnrtekin hava verið við týska landsliðið seinastu árini, og Skotland hevur ment seg.

Steve Clark hevur millum annað leitt liðið til sigurs móti Spania, og Premier League-spælarar sum John McGinn og Scott McTominay eru lyklar á vælskipaða liðnum.

Julian Nagelsmann og hansara menn hava fingið betri úrslit í seinastu venjingardystunum, Toni Kroos er aftur, og ringu endaspælsúrslitini seinastu árini skulu vaskast av á heimavølli.

[object Object](Mynd: EPA)

Alt byrjar í München klokkan 20 føroyska tíð. Dysturin sæst á DR2 og TV2/TV2 Play. Kringvarpið samsendir dystir hjá Danmarks Radio.

EM-endaspælið 2024, Bólkur A: 
Í dag, fríggjadagin 14.06
20.00: Týskland - Skotland

Frá í morgin verða tríggir dystir um dagin.

Til ber at fylgja við gongdini í dystunum á okkara livescore-tænastu á Portal.fo forsíðuni.

Sí eisini: Her eru dystirnir í fyrsta umfarinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder