Fótbóltur

Skræddir sundur á Ullevaal

Noreg punkteraði dystin eftir sjey minuttir, og í 2. hálvleiki skoraði heimaliðið esini tvey mál innan fýra minuttir. Talan var um ógvuliga lakt føroyskt avrik.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-11-15 18:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan EM-undankappingardystinum í Oslo í kvøld, tann fyrsti av sínum slag millum Føroyar og Noreg her, kundi ótti berast fyri, at manglandi dystarformurin hjá allarflestu av okkara leikarum fór at síggjast. Eisini varð greitt, at saknurin av Halli Hanssyni helst fór at merkjast. At føroyska liðið í ein mun hevði uppnátt málið í heyst við at vinna móti Malta seinast, kundi eisini á ein hátt síggjast. Viðvíkjandi dystarforminum snúði tað seg ikki so nógv um orku, men um at føroysku leikararnir í stóran mun ikki vóru skarpir og manglaðu neyleika í sínum gerðum - góðskan var snøgt sagt ikki góð hjá teimum í hvítum og bláum.

Myndir: Myndir: Noreg-Føroyar

Longu í 4. minutti varð 1-0. Ole Selnæs legði annað hornasparki á rað úr høgru væl innfyri, og við aftaru stong var verjuleikarin Reginussen hægstur. Føroyingarnir megnaðu ikki at rista skelkin av sær, og fýra minuttir seinni slapp Noreg ígjøgnum í vinstru, Joshua King legði væl innfyri, og inni í málteiginum avsluttaði Fossum hegnisliga við hælinum.

[object Object]
Joshua King skoraði ikki í kvøld, men spældi sera væl og fekk fleiri føroyskar leikarar at síggja heldur býttar út (Mynd: Sverri Egholm)  
 

2-0 og so var ikki bara tung mótbrekka, men eisini talan um ein dyst, sum var punkteraður. Eina løtu í 1. hálvleiki høvdu Føroyar bóltin rímiliga nógv men komu ikki nær námind einum málmøguleika, meðan Noreg tyktist at hava tað sera lætt við at hava bóltin í frið á føroysku hálvuni og at skapa vandamiklar støður. Sander Berge stýrdi spælinum og leikferðini sentralt, og King var sera eyðsýndur og gjørdi so at siga tað honum lysti við bóltinum. Gunnar Nielsen helt muninum niðri við einari frálíkari bjarging, tá Fossum gjørdist púra leysur, eftir at føroyingarnir høvdu sløsa bóltin burtur á egnari hálvu – hetta hendi nakrar ferðir. Gunnar kom eisini sera væl út til eitt vandamikið innlegg. 2-0 í steðginum var ikki eitt mál ov lítið.

[object Object]
Ári Morh Jónsson spældi sín fyrsta landsdyst í stór tvey ár (Mynd: Sverri Egholm) 

Erling Braut Haaland skuldi fáa sín fyrsta landsdyst frá byrjan, men 19-ára gamli áleyparin noyddist at gevast undir upphitingini orsakað av trupulleikunum við knænum. Ístaðin byrjaði Alexander Sørloth, og uppá fýra minuttir í 2. hálvleiki skoraði hann tvær ferðir. Fyrst tá Selnæs vann luftdystin móti Ára Mohr Jónsson, og bólturin datt niður til Sørloth, ið smekkaði til. Síðani tá Noreg vann bóltin við høgum trýsti á føroysku hálvuni og revsaði eirindaleyst, so at støðan gjørdist 4-0

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Noreg spældi við sjálvsálitið, men søkti ikki so ágangandi eftir fimta málinum. Gilli Rólantsson hevði einasta føroyska skotið á norska málið miðskeiðis í 2. hálvleiki eftir eitt gott føroyskt álop. Annars vóru føroyingarnir so at siga tannleysir í álopskenda spælinum. Tað vóru tó ljóspunkt: Brandur Hendriksson vísti í fleiri førum góðar dygdir á bóltinum, og Kaj Leo í Bartalsstovu hevði góðar støður, tá hann kom inn. Í verjustøðu kom Atli Gregersen nakrar ferðir væl upp og ímillum og breyt spælið, tá spælt var í millumrúm. Tó var talan samannumtikið um ein vánaligan dyst hjá føroyska landsliðnum, og nú er at vóna at liðið fær reist seg væl til dystin í Svøríki, so eitt virðiligt punktum kann setast fyri tíðini hjá venjaratoyminum og liðformanninum.

[object Object]
(Teir mongu føroysku áskoðarnir settu sín dám á og vóru lívligir)

Vit hava viðmerkingar skjótast gjørligt.

EM-undankapping, 9. umfar
Ullevaal, 15. november
Noreg - Føroyar 4-0 (2-0)
4' Tore Reginussen 1-0
8' Iver Fossum 2-0
62' Alexander Sørloth 3-0
65' Alexander Sørloth 4-0


Noreg (4-4-2): Rune Almenning Jarstein - Omar Elabdellaoui (L), Kristoffer Ajer, Tore Reginussen, Haitam Aleesami - Iver Fossum, Sander Berge, Markus Henriksen (71’ Mats Møller Dæhli), Ole Selnæs - Erling Braut Haaland, Joshua King (78’ Tarik Elyounoussi)

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Atli Gregersen (L), Heini Vatnsdal, Ári Mohr Jónsson – Sølvi Vatnhamar (78’ Kaj Leo í Bartalsstovu), Rógvi Baldvinsson, Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð (71’ Árni Frederiksberg) – Jóan Símun Edmundsson (71’ Klæmint Andrasson Olsen)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder