Nummar tíggju á styrkislistanum hjá FIFA var á vitjan hjá nummar 95. Og tað sást eisini aftur í úrslitinum, sum gjørdist 10-0.
Tað sá kortini ikki so galið út í hálvleikinum tá støðan bara var 3-0. Tað gingu sjey minuttir áðrenn sponsku kvinnurnar fingu hol á, og lítlan minutt seinni lá bólturin aftur í netinum. Síðani fingu føroysku kvinnurnar luft eina løtu til ein góður hálvur tími var leiktur tá støðan gjørdist 3-0.
(Mynd: Sverri Egholm)
Føroysku kvinnurnar bardust alt tær vóru mentar, og teir 1089 áskoðararnir, sum vóru til dystin, gjørdu sítt til at okkara kvinnur kláraðu at halda støðuna til steðgin.
Ein yngri útgáva av Skansanum gjørdi sítt til góða hýrin á Tórsvølli hóast stórtap (Mynd: Sverri Egholm)
(Mynd: Sverri Egholm)
Men eftir steðgin skrædnaði veruliga, og skjótu sponsku kvinnurnar løgdu seg á odda 9-0 tá tjúgu minuttir vóru eftir. Í síðsta álopinum í dystinum eydnaðist teimum reyðu og hvítu at økja til tvísifraða úrslitið 10-0.
Tíggju ferðir fegnaðust sponsku kvinnurnar um at bólturin lá í føroyska málinum (Mynd: Sverri Egholm)
Hópurin sleikir í kvøld sárini, og setur í morgin kós ímóti Glasgow har Skotland tekur ímóti týskvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald