Fótbóltur

Skráin hjá kvinnulandsliðnum klár

Allir dystirnir vóru í fyrsta umfari útsettir orsakað av korona, men nú er skráin klár. Síðsti dystur verður í Norðurírlandi 1. desember.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-05-27 17:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skráin fyri seinastu dystirnir í EM-undankappingini hjá føroyska A-landsliðnum við kvinnum er nú klár. Føroyar spæla síðsta dystin á útivølli móti Norðurírlandi tann 1. desember.

Nú er greitt, hvussu leikskráin hjá føroyska kvinnulandsliðnum kemur at síggja út, tað ið eftir er av hesari EM-undankappingini. Møguligar broytingar kunnu koma fyri, men sum skráin sær út nú, so spæla okkara kvinnur seinasta dystin tann 1. desember, á útivølli móti Norðurírlandi.

Eftir upprunaligu leikskránni skuldi føroyska liðið spæla ímóti Wales í apríl mánað, meðan tveir undankappingardystir vóru á skránni í juni. Men vegna koronasmittuna, avgjørdi UEFA tann 2. apríl fyribils at útseta allar dystir, og síðani koma við nýggjari skrá. Og nýggja leikskráin er nú kunngjørd.

Føroysku kvinnurnar skulu í alt spæla fimm EM-undankappingardystir í hesum árinum – tveir á heimavølli og tríggjar á útivølli.

Leikskráin, EM-undankapping 2019-2020
18. sept. Føroyar – Norðurírland
22. sept. Føroyar – Hvítarussland
22. okt. Wales – Føroyar
26. nov. Norra – Føroyar
1. des. Norðurírland – Føroyar

Norra er fremst í bólkinum við 12 stigum, Wales nummar 2 við 8 stitum, meðan Hvítarussland, Norðurírland og Føroyar koma á 3., 4. og 5. plássi við ávíkavist trimum, tveimum og ongum stigi.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder