Bæði manslandsliðið og kvinnulandsliðið í flogbólti eru nú farin undir kapping, sum er fyri lond, ið liggja nakað niðarliga á evropeiska styrkislistanum. Kappingin nevnist Silver League, og er ein nakað øðrvísi avbjóðing enn EM-undankappingardystirnir síðsta ár.
Kvinnurnar løgdu út í Høllini á Hálsi leygarkvøldið móti Montenegro, sum tykist at vera á veg frameftir sum flogbóltstjóð. Munurin var ógvuliga stórur í teimum báðum fyrstu settunum, men Føroyar spældu eitt gott 3. sett, sum endaði 20-25. Kvinnulandsliðið skal aftur royna seg í kappingini í morgin, mikudagin 31. mai. Tá er mótstøðuliðið á Hálsi Georgia, sum bert er styrkismett eitt pláss frammanfyri Føroyar.
Sí eisini: Silver League er í gongd - spældu seg upp í 3. setti
Í gjár, 2. Hvítusunnudag, vitjaði manslandsliðið hjá Kýpros á Hálsi. Munurin var ikki heilt stórur á liðnum, men kypriotar vunnu øll settini, og nøkur lýti sóust hjá føroyingunum, skrivar Flogbóltssambandið.
- Tað var rættiliga sjónligt, at føroyska liðið ikki leikar nóg nógvar landsdystir og høvuðstrupuleikin var, at botnstigið í Føroyska verjuleikinum var ov lágt og at Kýpros ov lættliga kom til stig. Hetta var serliga sjónligt við nógvum vánaligum servumóttøkum.
Sí eisini: Taptu - men hava møguleika fyri uppreisn í morgin
Í øllum trimum settunum kom Kýpros rættiliga langt framum í byrjanunum av settunum, og síðani skuldi føroyska liðið berja seg innaftur í dystin. Hetta eydnaðist væl í fyrsta settinum og síðsta settinum, sum tó ikki koppaðu til føroyskan fyrimun.
Flogbóltssamband Føroya vísti eisini á, at Ólavur Johannesen var tann føroyingurin, ið vann flest stig (9). Ungi klaksíkvingurin var umráðandi partur av greipuliðnum hjá Mjølni júst farna kappingarár - í gjárkvøldið spældi hann sín fyrsta A-landsdyst.
Føroyingar fegnast um eitt vunnið stig (Mynd: FBF)
Føroyska liðið við venjarum og hjálparfólki (Mynd: Flogbóltssamband Føroya)
Í kvøld skulu føroysku menninir so royna at koppa Kýpros, ella í øllum førum gera dystin tættari. Um tað eydnast at vinna, kunnu Føroyar framvegis spæla seg víðari í Silver League. Umframt Føroyar og Kýpros er Lettland eisini við í bólkinum. Føroyingar og kypriotar hava avrátt at spæla báðar dystirnar sínamillum í føroyska høvuðsstaðnum.
Dysturin á Hálsi í kvøld byrjar klokkan 19. Hann kann síggjast á Rás1 hjá Televarpinum.
2. umfar í Silver League hjá monnum
Í dag, mánadagin 30.05
19.00: Føroyar - Kýpros
Kann síggjast á Rás 1 hjá Televarpinum
1. umfar í Silver League hjá monnum
Í gjár, mánadagin 29.05
Føroyar - Kýpros 0-3 (22-25, 15-25, 19-25)
Fulla skráin fyri kappingina
Kvinnur, heimadystir:
27. mai Føroyar – Montenegro 0-3
Í morgin, 31. mai kl. 19:00: Føroyar – Georgia (Rás1)
Sunnudagin 4. juni kl. 16:00: Føroyar - Portugal (Rás1)
Kvinnur, útidystir:
11. juni: Portugal – Føroyar
14. juni: Georgia – Føroyar
16. juni: Montenegro - Føroyar
Menn, heimadystir:
Í gjár, 29. mai Føroyar - Kýpros 0-3
Í kvøld, 30. mai kl. 19:00: Kýpros - Føroyar Rás1 (spældur í Føroyum)
Sunnudagin 4. juni kl. 19:00: Føroyar - Lettland (Rás 1)
Menn, útidystir:
10. juni kl. 19:00: Lettland - Føroyar
Kelda: fbf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald