
Tað gingu yvir 15 tímar samanlagt frá tí bussurin fór frá spælargistingarhúsinum í Tbilisi, til menn vóru í einum túni í Føroyum - heima aftur. Frá klokkan 05.30 føroyska tíð og til einaferð um 21-tíðina.
Spælararnir sluppu til hús at taka sær av løttum eftir tríggjar flogtúrar yvir tríggjar tíðarsonur.
At man hevði leiguflogfar úr Georgia til Turkalands og síðani beinleiðis víðari til Keypmannahavnar hjálpti. Spælararir fingu tikið sær av løttum, strekt seg nakað og millum annað spælt sjavs.
Møguleiki var eisini at taka samanum venjingardystin í Tbilisi, sum venjaratoymi og fleiri spælarar heilt víst fáa brúkt til nakað.
Sí eisini: Poul Kallsberg: - Errin av at umboða Føroyar - vónbrotin av úrslitinum
Nú snýr tað seg um fyrireikingarnar til uppgerðina móti Gibraltar. Lægst styrkismetta liðið í bólkinum hevur einki stig og málúrttøkuna 1-13 eftir tríggjar HM-undandystir. Í gjár tapti Gibraltar heili 7-0 fyri bólkafavorittunum úr Kroatia.
Sí eisini: Gibraltar tapti 7-0 fyri Kroatia
Føroyar hava tapt tepurt í øllum sínum dystum í ár. Nú skulu stig á konto'ina - allarhelst trý eisini og tað vita venjarar og teir í hópinum eisini.
Í gjár varð greitt, at Jóan Símun Edmundsson verður við móti Gibraltar. Hann avloysir Petur Knudsen, sum ikki fær spælt næstu tíðina eftir stoytin í knæðið, sum NSÍ-áleyparin fekk stutt eftir innskiftingina í Tbilisi hósdagin.
Sí eisini: Petur Knudsen verður uttanfyri í eina tíð
Nakað av ivamálið er um Odmar Færø, sum fekk ein stoyt í ryggin í dystinum móti NSÍ fyri einari viku síðani. Tað verður greiðari eftir venjingina í dag og í morgin, hvussu støðan hjá roynda miðverjanum er, í mun til dystin móti Gibraltar.
Odmar, Andrias Edmundsson og Jóannes Kalsø Danielsen vóru heilt spardir móti Georgia. Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson og Árni Frederiksberg spældu bert ein hálvan tíma. Hesir byrja helst allir mánadagin.
Petur Knudsen skuldi helst eisini byrjað inni. So er spurningurin millum annað um Jóan Símun Edmunsson ella Páll Klettskarð skulu byrja í álopinum 2. hvítsunnudag. Páll kom inn fyri Petur í 70. minutti hósvkvøldið og hevði ein stóran møguleika.
Føroyska liðið venur nú klokkan 15 og so aftur í morgin, sunnudagin, klokkan 17. Dysturin mánadagin, 2. hvítusunnudag, byrjar klokkan 19.45.
Atgongumerki til Føroyar - Gibraltar fáast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald