
Georgia, Tibilisi (Portalurin): Tað var ein vónbrotin strandingur, sum annars hevði fingið sín byrjanardyst fyri føroyska A-landsliðið á einum stórum leikvølli, sum Portalurin hitti fyri lítlari løtu síðani.
Stóra orsøkin var 1-0 tapi, og at Poul Kallsberg sjálvur var nakað íblandaður í málinum.
- Eg missi mín mann...sum er ógvuliga keðiligt.
22-ára gamli vongurin úr Víkingi helt eisini, at føroyingar ikki fingu sítt spæl nógv nógv at koyra fyri steðgin; at tað kanska gjørdist heldur verjukent.
- Tað var betri í 2. hálvleiki. Tá tordu vit betri at spæla, og tað skulu vit eisini halda fram við. So skulu møguleikar og mál nokk koma.
Poul hevur fingið blóð uppa tonnina til fleiri slíkar dystir á høgum stigi. Hann spældi beint yvir ein tíma í dag.
Les meira um dystin her: Tað vantaði nakað í hjá føroyingunum í Tbilisi
----------------------------------------------------------
Venjingardystur 5 juni
Georgia - Føroyar 1-0 (1-0)
9' Luka Lochoshvili 1-0
Mánadagin 9. juni, 2. hvítusunnudag, spæla Føroyar HM-undankappingardyst móti Gibraltar á Tórsvølli
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jann Benjaminsen, Gullbrandur Øregaard, Gunnar Vatnhamar (46' Adrian Rúnason Justinussen), Viljormur Davidsen (L), Daniel Johansen - Poul Kallsberg, Noah Mneney, Jákup Biskopstø Andreasen, Hanus Sørensen - Patrik Johannesen
Hesir komu inn í 63. minutti: Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Brandur Hendriksson og Petur Knudsen.
Longu í 70. minutti noyddist Petur av vølli aftur eftir ein nærdyst - Páll Klettskarð avloysti hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald