Hondbóltur

Skulu halda lív í uppgerðini

Fyri føroyingarnir snýr tað seg í kvøld í stóran mun um royna at bjóða týskarunum so mikið av, at avgerðin um HM-atgongumerki fellur í Høllini á Hálsini leygarkvøldið. Dysturin í dag byrjar klokkan 17.15 og kann síggjast í Kringvarpinum.

2022-04-13 14:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Wunderino Arena, áður nevnd Sparkassen-Arena og upprunaliga Osteseehalle, er ein av teimum kendastu hallunum í hondbóltsheiminum. Tá hondbóltsdystir eru, er pláss fyri áleið 10.500 áskoðarum, og tað hava tað mangan verið, tá Kiel hevur verið vertur Final Four í Champions League.

Í kvøld verður stóra høllin í norðurtýska býnum karmur um fyrsta HM-playoff dystin hjá Føroyum nakrantíð. Føroysku menninir vunnu innleiðandi undankappingarbólkin í Høllini á Hálsi í januar og komu síðani víðari uttan dyst í 2. umfari, tí Hvítarussland varð tveitt úr kappingini, orsakað av støðuni hjá landinum í mun til kríggið í Ukraina.

Sí eisini: Rókur Akralíð: Gera alt vit kunnu fyri at vinna

Nú er tað Týskland, eitt av sterkastu liðunum í undankappingini, sum stendur ímillum føroyska manslandsliðið og eitt pláss í HM-endaspælinum. At tað er ein lutfalsliga góð tíð at hitta hondbóltsstórveldi, er helst eingin ivi um. Sum føroyska hondbóltssíðan trok.fo eisini vísir á í dag, so er ikki talan um heimsstjørnur longur, og týsku leikararnir eru ikki profilar á oddaliðunum í "Die stärkste Handball-Liga der Welt". 

Hetta merkir tó als ikki, at fyriuttan dystirnar móti Danmark í 2018 og 2019, verður talan um torførastu uppgávuni hjá føroysku monnunum, síðani landsliðsarbeiði av álvara varð tikið uppaftur fyri nøkrum árum síðani. Allarflestu leikararnir hjá Týsklandi spæla í Bundesliguni og eru harvið vanir at spæla á høgum støði.

Spurningurin er so, um - og hvussu - unga føroyska liðið kann bjóða av og gera tað til ein spennandi dyst í Kiel í kvøld, har tað væntast 7.000-8.000 áskoðarar. Hol skal millum annað fáast á hjá fyrrverandi THW Kiel-málverjanum Andreas Wolff. Íslendingurin Alfred Gislason hevur tikið yvir aftur sum landsliðsvenjari, og hann undirmetir ikki føroyingar, ið skulu royna at syrgja fyri at talan kann gerast um avgerandi dyst í Føroyum leygarkvøldið.

Sí eisini: Peter Bredsdorff-Larsen: Vit skulu geva Týsklandi mótstøðu

Fyrsta bríksl í Wunderino Arena verður 17.15. Vit hava fólk á staðnum, og teir koma við myndum, teksti og samrøðum. FM1 sigur frá dystinum, ið kann síggjast í Kringvarpinum.

Les eisini: Veddingarfyritøkurnar púra samdar: Týskland ovurstórur favorittur undan dystinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder