Ukrainsk landslið sleppa ikki longur at hitta lið úr Russlandi og Hvítarusslandi, hevur ukrainska stjórnin avgjørt.
Hetta merkir, at landslið, sum luttaka í ítróttakappingum, har Russland og Hvítarussland eisini luttaka, skulu taka seg úr kappingini, skriva fleiri útlendskir miðlar.
Nú Altjóða Olympiska Nevndin (IOC) hevur sagt seg vera opin fyri, at íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi kunnu luttaka undir neutralum flaggi í Olympisku Leikunum í París næsta ár, kann hetta hava við sær, at Ukraina ikki verður umboðað, tá OL verður í franska høvuðsstaðnum.
Ukrainski ráðharrin í ítróttamálum, Vadym Gutzeit hevur nevniliga áður sagt, at tað ikki kann útilokast, at Ukraina fer at boykotta OL, um íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi sleppa at luttaka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald