Fríggjadagin kom føroyski landsliðshópurin til Tokyo. Ein spennandi og øðrvísi uppgáva er á skránni í japanska høvuðsstaðnum hesa vikuna.
Japan fyrireikar seg til OL í París og hevur tí bjóða HSF tveir venjingardystir.
Seinastu dagarnar hevur liðið fyrireika seg, vant seg við umstøðurnar og spælararnir eru komnir yvir "jetlagg" av longu ferðingini áðrenn vikuskifti.
Talan er um tveir virðismiklar venjingardystir fyri føroyska liðið undan EM-undankappingini, ið byrjar í november. Tann fyrri verður seint fyrrapartin føroyska tíð - klokkan 11.
Dysturin kann stroymast á Youtube - HER
Føroyski hópurin er ikki heilt tann sami, sum spældi HM play-off dystirnar móti Norðurmakedónia í mai. Nakrir eru við aftur, og millum teir, sum ikki eru við hesaferð, eru fasti høgri vongurin úr Bundesliguni Hákun West av Teigum og Óli Mittún. Síðstnevndi skal spæla U20 EM-endaspæl seinni í mánaðinum.
Føroysku spælararnir við toymi eftir eina venjing í Tokyo (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Føroyski hópurin í Tokyo:
Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR) - Á veg at skifta felag
Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Hannover-Burgdorf, (GER)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR) - Á veg at skifta felag
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)
Bjarni í Selvindi, Valur (ISL)
Jónas Gunnarson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Vengur:
Rói Berg Hansen, Køge Håndbold (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Allan Norðberg, Valur (ISL)
Strikur:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Helgi Hildarson Hoydal, H71
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald