Seinastu árini hevur A-landsliðið við monnum spælt tilsamans tíggju landsdystir um árið. Hetta er sum partur av kravinum frá UEFA í samband við sjónvarpsavtaluna, og nú er tíggjundi dysturin í 2023 komin upp á pláss.
Fótbóltssamband Føroya boðaði fyri løtu síðani frá, at avtala er gjørd við NFF, norska fótbóltssambandið, um at Noreg og Føroyar spæla venjingardyst á Ullevaal Stadion í Oslo hósdagin 16. november.
– Tað er altíð deiligt at fáa nakrar venjingardystir, og hesin dysturin verður góð fyrireiking til EM-undankappingardystin móti Albania, sum verður á útivølli fýra dagar seinni
Hetta sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá manslandsliðnum, við fsf.fo. Hesin dysturin í norska høvuðsstaðnum verður, sum hann nevnir, stutt áðrenn dystin í Albania, sum er tann seinasti í EM-undankappingini
Dystarskráin fyri 2023 hjá A-landsliðnum:
Dato | Klokkan | Kapping / Stadion | |
24. mars | 19:45 | Moldova – Føroyar | EM 2024 |
27. mars | 17:00 | Norðurmakedónia – Føroyar | Venjingardystur |
17. juni | 19:45 | Føroyar – Kekkia | EM 2024 / Tórsvøllur |
20. juni | 19:45 | Føroyar – Albania | EM 2024 / Tórsvøllur |
7. sept. | 19:45 | Pólland – Føroyar | EM 2024 |
10. sept. | 17:00 | Føroyar – Moldova | EM 2024 / Tórsvøllur |
12. okt. | 19:45 | Føroyar – Pólland | EM 2024 / Tórsvøllur |
15. okt. | 17:00 | Kekkia – Føroyar | EM 2024 |
16. nov. | ?? | Noreg - Føroyar | Venjingardystur |
20. nov. | 19:45 | Albania – Føroyar | EM 2024 |
Føroyska A-landsliðið við monnum hevur fýra ferðir áður roynt seg ímóti Noregi – í tveimum venjingardystum, og í undankappingini til EM 2020, tá londini við sterku søguligu bondunum vóru í bólki saman.
Í dystinum á Ullevaal í november 2019 fingu føroyingar ein skelk, og vóru aftanfyri 2-0, tá átta minuttir vóru spældir. Hetta var eisini eitt ringt føroyskt avrik, og tað endaði 4-0.
Mynd: Sverri Egholm
Í løtuni eru tveir av allarbestu spælarunum í Premier League norðmenn. Erling Håland setur nýggj støði fyri málskjóting í Manchester City, og Martin Ødegaard er liðformaður og stýrir spælinum hjá Arsenal meistarliga. Teir stríðast um meistaraheitið, og møguliga spæla teir móti Føroyum í november.
Teir vóru ikki á vøllinum, tá liðini seinast. Ødegaard var ikki tøkur, og Erling Håland gjørdist skaddur í upphitingini. Áleyparin, ið tá var í gongd við at taka Evropa á bóli við Salzburg og sum var á veg til Borussia Dortmund, skuldi annars spæla frá byrjan á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald