Fótbóltur

Skulu spæla EM-endaspæl í juli næsta ár

EM fyri U20-landslið fer í gongd 7. juli 2022. Greitt er, hvørji hini fimtan londini eru, og skjótt verður greitt hvørjum landið kappingin verður í. U18-manslandslið hjá Føroyum skal eisini royna seg millum tey allarbestu næsta ár.

Føroyingarnir í Bulgaria kundu fegnast um, at teir høvdu tikið enn eitt stórt fet ímóti evropeiska tindinum

Føroyingarnir í Bulgaria kundu fegnast um, at teir høvdu tikið enn eitt stórt fet ímóti evropeiska tindinum

2021-08-24 18:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sunnudagin vann føroyska U19-landsliðið við monnum spennandi finaluna í European Championship, sum var í Bulgaria. Hetta var ein av trimum pørtum av "B-EM". Montenegro vann kappingina í Lettlandi og Pólland kappingina, sum var í Norðurmakedóniu. 

31-30 sigurin hjá Føroyum á Hvítarusslandi hevur við sær, at Føroyar saman við Montenegro og Póllandi "flytur upp" til sjálvt EM-endaspælið fyri U20-landsliðið næsta ár. Hesi 13 londini, sum øll vóru við til EM-endaspølið hjá U19-monnum, ið júst hevur verið, skulu eisini dystast um EM-gull:

Týskland
Kroatia
Spania
Slovenia
Danmark
Portugal
Svøríki
Ísland
Ungarn
Frakland
Noreg
Italia
Serbia

Harvið verður talan um sera sterka mótsstøðu hjá liðnum hjá Juliani Johansen og Mark Lausen-Marcher. Teir mongu røsku og evnaríku føroysku leikarar fáa seg royndar í juli. Hvar er ikki greitt enn - freistin at melda seg sum møguligan vert er í morgin - men greitt er at kappingin verður frá 7. til 17. juli.

[object Object]

[object Object]

Frálíka úrslitið hjá Eliasi á Skipagøtu, Paula Jacobsen og hinum í Bulgaria í síðstu viku hevur eisini við sær, at teir sum eru eitt sindur yngri eisini sleppa at royna seg millum teir allarbestu. U18-landsliðið hjá dreingjum, har teir sum eru føddir í 2004 ella seinni hava aldur, skal eisini spæla EM-endaspæl næsta ár. Harvið verður føroyskur manshondbóltur millum 16 tey bestu í 2022.

U17 og U19-kvinnurnar stóðu seg væl í European Championship-kappingum í summar, og tað vóru tepur hálvfinalutap móti komandi vinnarunum, ið stóðu í vegin fyri, at Føroyar vóru at síggja í fleiri finalum og møguliga í fleiri EM-endaspølum í 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder