Fótbóltur

Skulu spæla móti Grikkalandi, Montenegro og Andorra

Fyrstu dystirnir í EM-undankappingini eru á skránni fyrst í apríl. Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu tvey'ararnir í deild C skulu spæla play-off dystir um EM-páss.

- Vit trektu tvey av teimum sterkastu londunum – Grikkaland og Montenegro – so okkara stig skal lyftast nakað, um vit skulu megna at standa okkum ímóti teimum. Hetta sigur Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari. Her sæst hon áðrenn heimadystin móti Montenegro í fjør (0-1) Føroyar taptu 9-0 á útivølli móti teimum (Mynd: Sverri Egholm)

- Vit trektu tvey av teimum sterkastu londunum – Grikkaland og Montenegro – so okkara stig skal lyftast nakað, um vit skulu megna at standa okkum ímóti teimum. Hetta sigur Signe Pries Andersen, landsliðsvenjari. Her sæst hon áðrenn heimadystin móti Montenegro í fjør (0-1) Føroyar taptu 9-0 á útivølli móti teimum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-05 15:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakastið til undankappingina til EM 2025 hjá kvinnum var fyri løtu síðani í Sveis. Har gjørdist greitt, at Føroyar komu í bólk saman við Grikkaland, Montenegro og Andorra

- Vit trektu tvey av teimum sterkastu londunum – Grikkaland og Montenegro – so okkara stig skal lyftast nakað, um vit skulu megna at standa okkum ímóti teimum. Annars eri eg væl nøgd.

Soleiðis sigur Signe Pries Andersen, venjari hjá føroyska kvinnulandsliðnum, við fsf.fo. Føroyar eru styrkismettar sum nummar trý í sínum bólki.

Føroyar vóru í bólki saman við Montenegro í Nations League í heyst. Á heimavølli taptu Føroyar tepurt (0-1), men í Montenegro endaði tað 9-0. Føroysku kvinnurnar vunnu tveir venjingardystir móti Andorra á summri 2022. Grikkalandi hava okkara ongantíð roynt seg ímóti.

[object Object]
Ásla Johannesen og hinar spældu tættan dyst móti Montenegro á Tórsvølli- Í útidystinum millum liðini 1. desember, taptu Føroyar 9-0 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Føroyar vunnu 3-1, tá Andorra vitjaði til venjingardyst í Klaksvík í juni 2022 (Mynd: FSF)

Sum Kringvarpið skrivar,so er talan um ein nýggjan kappingarleist í EM-undankappingini hjá kvinnum. Føroyar eru í deild C og liðini har, umframt tey í deild B, kunnu bert spæla seg til endaspælið umvegis tvey playoff-umfør, sum verða í heyst. 

- Bólkavinnararnir og tríggir teir bestu tvey'ararnir í deild C skulu tá spæla ímóti liðunum, sum endaðu nummar trý og fýra í sínum bólkum í A-deildini. Vinnararnir fara víðari til 2. playoff umfar, har lið úr B-deildini bíða. Samanlagt sjey lið spæla seg í endaspælið umvegis playoff.

Dystarskráin verður væntandi klár seinni í dag ella í morgin, skrivar fsf.fo

Leikdagarnir eru:
Dystur 1 og 2: Drá 3. til 9. apríl
Dystur 3 og 4: 27. mai til 4. juni
Dystur 5 og 6: 8. juli til 16. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder