Tað kundi enda við, at mann skuldi spæla móti bæði Fraklandi og Týsklandi ella kanska Spania og Kroatia. Hinvegin var ein møguleiki fyri at fáa Svøríki, Niðurlond og Bosnia & Hersegovina, sum helst var tað besta lutakastið ítróttarliga, tá farið varð undir at draga liðini úr niðasta styrkisbólkinum.
Tað gjørdist okkurt, sum er áleið mitt ímillum. Hetta tykiskt eisini at vera niðurstøðan hjá nýggja hjálparvenjaranum, Juliani Johansen, og landsliðsspælaranum Paula Mittún, sum Portalurin tosaði við í Bank Nordik. Teir vóru inni á, at hini liðini í bólkinum - millum annað Noreg - helst undirmeta Føroyar, at tað snýr seg um at raka tey á undir miðal døgum, og at føroyska liðið hevur ávísar møguleikar í bólki D í EM-endapælinum.
Bólkur D (Berlin)
Noreg
Slovenia
Pólland
Føroyar
Dystarskráin:
11. januar: Føroyar - Slovenia
13. januar: Føroyar - Noreg
15. januar: Føroyar - Pólland
Sí eisini:
Julian: - Lutakastið kundi verið nógv verri
Pauli: - Noreg fer uttan iva at undirmeta okkum
Myndir: Lyklafólk hugdu at lutakastinum á stórskiggja
Noreg var í HM-finaluni í 2017 og 2019 og var millum tey seinastu fýra í EM 2016 og 2020. Sander Sagosen var tað tíðarskeiðið mettur at vera kanska besti hondbóltsspælari í heiminum samanlagt. Hann er krútsterkur í álopi og verju, men hevur verið nógv skaddur seinastu árini, og eftir nøkur ár í Kiel fer Sagosen nú heim til Noregs at spæla. Sum heild er Noregi krútsterkt, men er tí dalað nakað, og royndi Christian Berge er ikki longur venjari. Núverandi venjarin, Jonas Wille, er spentur uppá at spæla móti Føroyum, men er ikki beinleiðis fegin um tað.
Sí eisini:
Wille: - Føroyar hava tvey av størstu talentunum í heiminum
Hjálparvenjarin Julian Johansen og ítróttarstjórin Mark Lausen-Marcher til tiltakið í samband við lutakastið (Mynd: Sverri Egholm)
Noreg endaði á 5. plássi í EM-endaspælinum í 2022, og eisini í HM-endaspælinum í januar. Í EM í fjør vóru Pólland og Noreg í sama bólki í høvuðsumfarinum (millumumfarinum) Tá vunnu norðmenn við ellivu málum, og Pólland fekk bert eitt stig í bólkinum. Pólland hevði nógv heilt góð úrslit fyrr í øldini - fýra heiðursmerkir í endaspølum umframt onkur fjórða pláss. Póllendingar hava ikki heilt sama støði nú, og hava verið ov stuttir til okkurt endaspæl í seinastuni - heiðursmerki hava verið langt burtur.
Slovenia kemur oftast víðari úr bólkinum - tað eydnaðist tó ikki til EM í fjør. Í 2020 endaðu slovenar á 4. plássi, og í 2017 endaði tað við HM-bronsuheiðursmerki. Slovenia hevur ikki eins stóra fysisika styrki, sum til dømis Pólland, men heldur nógvar tekniskt dugnaligar hondbóltsspælarar, ið á einum góðum degi av álvara kunnu fáa tingini at sita og spæla upp móti so at siga øllum. Ringu dagarnar kunnu tó eisini gerast heilt ringir, og tað er kanska til gangs fyri Føroyum, ið spæla móti teimum fyrst.
Tað ber væl til at fara til Berlin
Samanlagt er talan um sera sterk lið, ið Føroyar skulu spæla ímóti í Týsklandi. Tað ber til at siga, at Slovenia og Pólland bæði vóru millum allarsterkastu liðini
Stuðulin til føroyska liðið kann fáa stóran týdning. Yvir 1.500 áskoðarar hava verið við til at borið Føroyar fram í heimasigrunum á Ukraina og Rumenia, og hóast talan er um eitt annað land og væl størri høll, sum kunnu nógvir føroyingar væntast í Berlin, og fer tað helst at merkjast.
Júst at tað bleiv Berlin er nakað, ið tey í Hondbóltssambandinum eru glað fyri. Fleiri orsøkir eru til tað: Tað ger tað lættari fyri Atlantic Airways, ið hevur játtað at flúgva beinleiðis, tað er styttsti vegur hjá mongu útisetunum í Danmark, tað er høgligt, í mun til gistingarhús, tveir bólkar eru í býnum, og so ber eisini til at gera annað enn Berlin.
Sum skilst er áhugin stórur millum føroyingar - í Føroyum og í Danmark - at fara til søguligu dystirnar í Týsklandi í januar. Møguleikarnir til tað tykjast at vera góðir, og kunnu umleið 1.000 sita saman í Berlin. Hondbóltssamband Føroya og Atlantic Airways hava í dag kunnað um, at nærri kunning er á veg.
Sí eisini: Atlantic Airways flýgur beinleiðis til Berlin
Hinir bólkarnar:
Bólkur A (Düsseldorf og Berlin)
Frakland
Týskland
Norðurmakedónia
Sveis
Bólkur B (Mannheim)
Spania
Eysturríki
Kroatia
Rumenia
Bólkur C (München)
Ísland
Ungarn
Serbia
Montenegro
Bólkur E (Mannheim)
Svøríki
Niðurlond
Bosnia & Hersegovina
Georgia
Bólkur F (München)
Danmark
Portugal
Kekkia
Grikkaland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald