Føroysku U20-kvinnurnar skulu spæla HM-undankapping í Serbia november. Talan er um tær, sum eru føddar í 2004 og 2005, og um liðið ið vann sær rættin til hetta í summar.
Hetta kunnger Hondbóltssambandið á heimasiðu sínari í dag.
- Talan er um eitt sokallað millumumfar, har nr. 1 og 2 úr EHF Championship kappingunum í Litava og Kosovo í summar, og so lið nr. 15. og 16 í EM-endapælinum í summar, kappast um eitt HM-pláss. Liðini eru Spania, Føroyar, Italia, Serbia og Kroatia. Eysturríki hevði eisini rættin at luttaka, men hevur givið avboð.
Kappingin er á skránni í Serbia í døgunum 21. – 26. november. Vinnarin av kappingini fær pláss í HM-endapælinum, sum verður í juni í 2024 í Norðurmakedonia. Lið nr. 2 verður fyrsta eykalið til HM, í so fall at onkur tjóð velur ikki at luttaka.
Bjørk Franksdóttir Joensen í gjøgnumbroti í eina dystinum móti Spania. Hon varð valdur besti høgri bakkur í kappingini í juli og gjørdist toppskjútti fyri Neistan í fyrsta umfarið í SMS-deildini (Mynd: EHF)
Harvið verður tað hart stríð hjá føroyska U20-liðnum við stórar hondbóltstjóðir at røkka hesum plássinum. Føroyar spældu ein ógvuliga javnan dyst móti Spania í bólkaspælinum og men tapti síðani stórt fyri sama liði í finaluni í Litava. Á føroyska liðnum í november fara vit at síggja evnaríkar spælarar - fleiri av teimum gera veruliga vart við seg sum profilar og spennandi spælarar í SMS-deildini.
HSH hevur samstundis kunngjørt, at tað verða Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, sum halda fram sum venjarar hjá liðnum til hesa kappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald