Fótbóltur

Slagið um Havnina og slagið um oddasessin

B36 og HB hava fult stigatal undan grannauppgerðini seinnapartin. HB er uttan sín størsta profil, og B36 manglar fleiri leiakrar.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-01 11:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er sum oftast sera javnt, tá grannarnir úr Gundadali hittast. Í fjør endaðu tveir dystir við, at liðini deildu stigini, og í árunum upp til suverana HB-árið í 2018, tá HB vann allar innanhýsis dystirnar, endaðu so at siga allar grannauppgerðinar við javnleiki. 

Nú eru liðini púra jøvn í oddinum í Betrideildini. Eftir fýra umfør hava HB og B36 fult stigatal. Bæði liðini hava vunnið tríggjar ferðir ímóti botn-fimm liðum og ein dyst ímóti topp-fimm liði (B36 í Klaksvík í 1. umfari og HB hósdagin móti Víkingi)

[object Object]HB var omaná móti Víkingi (Mynd: Sverri Egholm)

Hesin dysturin verður heilt øðrvísi enn nakar av hinum fýra undanfarnu í ár hjá liðunum.

- Dystirnir móti HB eru altíð serligir - óansæð hvar liðini liggja á stigatalvuni. Hetta er slagið um Havnina og er tað sera týdningarmikið at koma út sum sigursharri eftir dystin. Tað ger eisini alla vikuna á arbeiðsplássinum lættari, um man vinnur hendan dystin, sigur Árni Frederiksberg, sum í dag helst verður liðformaður hjá B36, við Portalin

- Ger alla vikuna lættari um man vinnur júst hendan dystin

- Allir dystir eru líka umráðandi, men í morgin eru tað ikki bara 3 stig uppá spæl. Tað snýr seg um eina grannauppgerð, og tá eru meira enn 3 stig at spæla um, sigur HB-miðvallarin Dan í Soylu við Portalin

- Meira enn trý stig eru uppá spæl

Eitt serligt verður eisini, at Adrian Justinussen, toppskjúttin í deildini og stóra samtaluevni seinastu stóru vikuna, ikki verður við. Vandamikli HB-leikarin breyt eitt bein í høgra fóti hóskvøldið, tá hann stóð fastur í vøllinum í Gundadali, ið verður skiftur nú í summar

[object Object]
Adrian skal sita uttanfyri næstu áleið seks vikurnar (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta kann avgjørt fáa sína ávirkan á dystin, tó at leikarar á báðum liðum vita, at HB hevur stóra styrki kortini:

Árni Frederiksberg: - Fyrst og fremst merkir tað, at man ikki skal vera lika bangin fyri frispørkum úr 40 metrum. Tó broytir hetta ikki okkara leikætlan tað stóra, har man nú hevur meira fokus á aðrar spælarar hjá HB. HB vísti móti Víkingi, at teir kunnu uttan Adrian, og tað vera teir nokk eisini grammir at vísa í morgin.

Dan í Soylu: - Tað er sjálvandi ein smeitur, at vit ikki hava Adrian við, og tað vil sjálvandi hava sína ávirkan, tí hann hevur nakrar heilt serligar eginleikar. Tað ávirkar tó ikki meira enn so. Adrian misti meginpartin av Víkinga dystinum, og har haldi eg, at vit vístu góðar dygdir. Tað er ein smeitur, at Adrian ikki verður við, men vit hava fyrireika okkum væl, so vit eru klárir klokkan 15

[object Object]
Árni Frederiksberg í grannauppgerð í fjør. Hann hevur verið liðformaður í farnu dystunum.. (Mynd: Sverri Egholm)

B36 hevur seinastu dystirnar verið uttan miðverjarnar Andrias Høgnason Eriksen (liðformaðurin) og Erling Dávidsson. Teir verða helst ikki við í dag. Erlendur Magnusson kann harvið fáa leiklutin sum miðverji aftur í dag. Mattias Lamhauge kann fáa seg royndan á málmansplássinum móti barndómsfelagnum, tí Símun Rógvi Hansen, ið ikki spældi í Trongisvági mikudagin, er ivasamur

[object Object]
...tí Andrias Eriksen hevur verið plágðaur av knæskaða.

Øssur Dalbúð kom inn fyri Adrian Justinussen hósdagin. Ivasamt er tó, um áleyparin verður í byrjanaruppstillingini í dag. Hann hevur, eins og Delphin Tshiembe, trupulleikar við lækrikanum. Um Delphin ikki byrjar, er tað nátúrligt, at Heðin Hansen, ið er aftur eftir leikbann, tekur plássið í miðverjuni.

Lagt er upp til eitt brak av einum dysti, tá bæði liðini fara at royna at koma upp á 15 stig og ein einsamallan oddasess.  

Vit dagføra frá dystinum og hava myndir frá honum. Eftir seinasta bríksl gera vit samrøður og taka samanum. 

 

5. umfar í Betrideildini
Mánadagin 01.06 (2. Hvítusunnudag)
15.00: B36 - HB
           Víkingur - TB

17.00: Skála - NSÍ 

19.00: AB - KÍ 

Vit dagføra frá øllum dystunum í dag og hava myndir frá teimum.


Týsdagin 02.06
19.00: ÍF - EB/Streymur

Støðan: 
1. B36 (12 stig) 
2. HB (12 stig) 
3. NSÍ (9 stig) 
4. KÍ (9 stig)
5. Víkingur (7 stig)
6. EB/Streymur (3 stig) 
7. ÍF (3 stig)
8. AB (2 stig) 
9. Skála (1 stig)
10. TB (0 stig) 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder