Annað

Sleppur ikki at vera vertur fyri HM í íshokki næsta ár

Tað er fyrst og fremst ein spurningur um trygd, sum er orsøkin til, at Russland ikki sleppur at vera vertur fyri HM í íshokki, sigur altjóða íshokkisambandið.

Vinardystur millum Ungarn og Ukraina 14. apríl (Mynd: EPA)

Vinardystur millum Ungarn og Ukraina 14. apríl (Mynd: EPA)

2022-04-27 17:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin upplýsti altjóða íshokkisambandið (IIHF), at HM í íshokki, sum skuldi vera í Russlandi næsta ár verður flutt.

Hendan avgerðin tók sambandið á fundi í sveisiska býnum Zürich týsdagin.

IIHF sigur, sambært Ritzau, at avgerðin í høvuðsheitum er tikin orsakað av stúran fyri trygdina hjá luttakarum, fjepparum og øðrum.

HM-kappingin skuldi verið í Sankta Pætursborg í døgunum 5. til 21. mai 2023, men nú skal nýggjur vertur finnast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder