Fótbóltur

Slovan Bratislava: Ein dag fyrr enn ætlað til Føroya

Orsøkin er føroyska veðurlagið. Slovakiska høvuðsstaðarfelagið hevur vunnið meistaraheiti seinastu tvey árini, var í Europa League-bólkaspælinum í fjør og hevur eina ríka søgu. KÍ verður tó ikki undirmett.

Leiguflogfarið við slovakiska ferðalagnum lendi í gjárkvøldið Vágunum. Koronatilburðir vóru staðfestir í kanningunum sunnudagin, og teir persónarnir ið eru raktir, umframt aðrir, eru ikki við í Føroyum

Leiguflogfarið við slovakiska ferðalagnum lendi í gjárkvøldið Vágunum. Koronatilburðir vóru staðfestir í kanningunum sunnudagin, og teir persónarnir ið eru raktir, umframt aðrir, eru ikki við í Føroyum

2020-08-18 12:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sólin skínur í stórum pørtum av Føroyum í dag, meðan tað er nakað av regni í slovakiska høvuðsstaðnum. Tað eru tó nakað fleiri hitastig í Bratislava - í løtuni eru tey beint yvir 20 og tey koma upp á áleið 25 seinni í dag. 

Tað er júst munurin á veðurlagnum í Føroyum og Slovakia, ið er orsøkin til, at Slovan Bratislava kom ein dag fyrr enn ætlað í samband við Champions League-uppgávuna í Klaksvík.

- Vit valdu at ferðast tveir dagar undan dystinum orsakað av "óútrokniligum veðurviðurskiftum", tá tað skal lendast í Vága Floghavn, og tí at hópurin skal venja seg við eitt kaldari veðurlag.

Hetta skrivaði Slovan Bratislava á heimasíðu sínari í gjárkvøldið. Har varð tað eisini staðfest, at tað vóru tveir koronatilburðir staðfestir í kanningunum sunnudagin (ein leikari og eitt annað starvsfólk í felagnum) og at hesir persónarnir, umframt fleiri aðrir leikarar, sita eftir í Bratislava. Hópurin lendi í Vágunum klokkan 17.30 í gjárkvøldið og gistir sum skilst í Havn, men skal venja í Klaksvík í kvøld.

Les eisini: 
Champions League-dysturin í Klaksvík er ikki í vanda
Slovakar eru lendir

Venjain Jan Kozak sigur við skslovan.com, at hann væntar ikki, at veðurlagið fer at spæla so nógv inn; ei heldur at tað verður ein stórur trupulleiki at spæla á graslíki ístaðin fyri grasi, tí summi lið í Slovakia spæla á graslíki. Um KÍ sigur hann, at talan er um meistaraliðið í sínum landi, og at har er ein ávís góðska:

- Vit skulu vísa styrki í nærdystinum móti føroysku meistarunum og ikki geva ov nógvar deyðbóltar burtur, tí so nógv mál í føroysku deildini koma á tann hátt. So snýr tað seg um hjá okkum at vísa okkara dygdir.

Leikararnir undirmeta heldur ikki KÍ, og teir fegnast um at koma til Føroyar í góðari tíð.

Tað besta sum Slovakia hevur at bjóða

Síðani Slovakia og Kekkia fóru hvør til sítt, hevur Slovan Bratislava sitið á slovakiskum fótbólti. Høvuðsstaðarfelagið hevur vunnið 10 meistaraheiti og níggu steypakappingar. í fjør vann felagið báðar kappingarnar. Slovan var best í Kekkoslovakia átta ferðir.

Í evropeiskum fótbólti hava úrslitini verið heldur misjøvn, men í 1969 vann felagið Cup Winners Cup-finaluna á Barcelona. Felagið hevur tríggjar ferðir verið umboðað í Europa League-bólkaspælinum: í 2011, 2014 og í fjør. Seinasta summar tapti Slovan Bratislava í 1. umfari í Champions League móti meistaraliðnum úr Montenegro men spældi seg síðani í bólkaspæli í Europa League. Har byrjaði Slovan við at vinna 4-2 á Besiktas í Bratislava og fekk 3-3 javnleik í Braga og endaði á 3. plássi í bólkinum við fýra stigum.

Talan er harvið um eitt sera sterkt lið og eitt søguríkt felag, ið KÍ skal dystast við í morgin. Í januar seldi felagið slovakisku málmaskinuna Andraz Sporar til Sporting CP fyri seks milliónir evrir, ið er slovenskt sølumet. Áður hava til dømis Lazlo Kubala, ið gjørdi um seg í Barcelona í fimmti-árunum, og Peter Dubovsky spælt fyri Slovan Bratislava. Dubovsky varð seldur til júst Barcelona mitt í nítiárunum, eftir nøkur sera góð ár í felagnum í heimbýnum. Áleyparin doyði sum bert 28-ára gamal á feriu í Tailandi. Hann er kendur í Føroyum fyri at avgerða HM-undankappingardystin á Svangaskarði í 1996 við máli til 2-1 í 89. minutti.

KÍ og Slovan Bratislava spæla í annaðkvøld klokkan 19.00 í 1. umfari í Champions League.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder