Fyrr í dag bórust tíðindini um, at ein staðfestur koronatilburður var í hópinum hjá Slovan Bratislava sum mikukvøldið skal spæla Champions League-dyst í Klaksvík. Í fyrstu syftu var talan um nakrar leysasøgur, men síðani skrivaði slovakiska kringvarpið tað.
Les eisini: Leikari hjá Slovan Bratislava testaður positivt fyri korona
Seinni í dag váttaði almenna heimasíðan hjá Fortuna Liga, bestu deildini í Slovakia, at deildin er rakt av einum koronatilburði, og at talan er um meistaraliðið frá høvuðsstaðnum, men at tamarhald var á støðuni. Slovan Bratislava hevur á heimasíðu sínari eisini váttað tíðindini í kvøld.
- Vit kunnu alment váttað, at ein leikari og ein annar sum er í starvi í felagnum, eru testaðir positivt við Covid-19. Báðir hava lítil og eingin sjúkueyðkenni, og teir vórðu beinanvegin settir í sóttarhald. Øll tilgongdin var rætt samskipað, og felagið hevur borið seg at í samband við “UEFA Return to play protocol”. Bert leikarar og onnur í samband við hópin, ið høvdu eina negativa kanning sunnudagin (í gjár.red) fóru avstað við flogfarinum í dag.
Leiguflogfarið úr Bratislava setti seg í Vágunum klokkan 17.30. Vanligt er nú, at ferðafólk sum koma til Føroyar kanna seg fyri koronu í samband við komu.
Um túrin skrivar felagið annars, at hann var róligur, men at hann var framskundaður ein dag orsakað av "óútrokniligum veðurviðurskiftum" og tí at hópurin skal venja seg við kaldari veðurlagi. Nógvir av leikarunum, ið byrjaðu í 2-1 ósigrinum fyri Zlaté Moravce í 3. umfari í Fortuna Liga leygardagin, vórðu verðandi í Bratislava. Moha, áleyparin úr Marokko, og Dávid Holman, miðvallarin úr Ungarn, eru millum teir, ið ikki eru tøkir.
sport.sme.sk siterar slovakiska kringvarpið fyri at Moha, Holmann og Vladimir Weiss ikki vóru við ferðalagnum í dag. Weiss var tann einasti av hesum trimum ið spældi leygardagin, og hildið verður at fyrrverandi Manchester City-leikarin er tann, ið er smittaður við korona. Heimasíðan skrivar, útfrá upplýsingunum frá felagnum og Fortuna Liga, at Champions League-dysturin mikukvøldið í Klaksvík ikki er í vanda.
Slovan Bratislava venur í Klaksvík í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald