Annað

Small um á vøllinum

Damar Hamlin hjá Buffalo Bills fekk hjartastøðg í dysti í nátt.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2023-01-03 07:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Damar Hamlin, sum spælir ‘american football’ fyri Buffalo Bills í bestu norðuramerikansku liguni, NFL, small um á vøllinum undir dysti í nátt.

Buffalo Bills upplýsa í morgun á Twitter, at talan var um ein hjartastøðg.

- Tað eydnaðist at fáa hjarta hansara at sláa aftur inni á vøllinum, og hann varð fluttur á sjúkrahús fyri til kanningar og viðgerðar. Hann er í løtuni doyvdur og støðan er hættislig, verður sagt í fráboðanini.

Hamlin hevði júst reist seg eftir at hann hevði fingið eina harða takling á vøllinum móti Cincinnati bengals, tá hann small um. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder