Annað

Smith og van Gerwen hittast í finaluni í kvøld

Teir spældu eisini í finaluni í 2019. Tá vann van Gerwen, ið hevur trý PDC heimsmeistaraheiti og er favorittur í kvøld. Hjá 32-ára gamla onglendinginum er talan um triðju finaluna. Fyrstu pílarnir í Ally Pally í kvøld verða kastaðir umleið klokkan 20.15.

Micheal van Gerwen vann 6-0 í finaluni í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Micheal van Gerwen vann 6-0 í finaluni í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2023-01-03 15:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Teir spældu seg í finaluna við sigrum í gjárkvøldið. Micheal van Gerwen hevur verið sterkur í endaspælinum, og niðurlendingurin var ógvuliga sannførandi í Alexandria Palace aftur í gjár. Hann vann 6-0 á belgiska Dimitri Van den Bergh við 108.02 í miðala fyri hvørt kast. Harvið kann 33-ára gamli van Gerwen í kvøld vinna sítt fjórða PDC (Professional Darts Corporation)-heimsmeistaraheiti. 

Seinast van Gerwen vann var í 2019, tá niðurlendingurin basti Micheal Smith í finaluni. Í gjárkvøldið spældi nú 32-ára gamli onglendingurin seg í finaluni við 6-2 sigri á Gabriel Clemens. Tað var tó nakað tættari, enn tað ljóðar, tí tað var 2-2 eftir fýra sett, og seks út av teimum fyrstu seks settunum vórðu avgjørt við einum "leg". Týskarin, sum ógvuliga óvæntað sendi Gerwyn Price út í fjórðingsfinaluni, bjóðaði einum favoritt afturat av, men Smith var tó stinnari.

Micheal Smith spælir í kvøld sína triðju PDC HM-finalu. Tað er van Gerwen, ið sambært veddingarfyritøkum og viðmerkjarum er rímiliga greiður favorittur. 500.000 pund eru uppá spæl í HM-finalu nummar 30 undir PDC. Fyrsti spælarin, ið kemur upp á sjey sett, verður heimsmeistari í dart.

Finalan í "Ally Pally" í London byrjar klokkan 20.15. Hon kann síggjast á TV3 Sport og Viaplay.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder