VÍF var á vitjan hjá Neistanum í fyrsta dystinum í 5. umfarið í SMS-deildini. Lagt var upp til ein spennandi dyst, og tað gjørdist tað eisini talan um.
Útiliðið legði seg á odda við nøkrum málum miðskeiðis í 1. hálvleiki, og tá steðgur var, var munurin fýra mál. Heimaliðið kom tó gott aftur í 2. hálvleiki, Neistin kom uppá javnt í 13.minutti, og harfrá leikaði tað javnt á.
Tað sá tó út til, at greipuvinnararnir fóru avstað við sigrinum, tá VÍF kom uppá 22-20, tá tveir minuttir vóru eftir. Men Neistin kom enn einaferð uppá á javnt, og tað endaði 22-22 á Hálsi.
Sofie Søberg (Neistin) og Agnas Olsen (VÍF) gjørdist toppskjúttar við átta málum hvør.
Í morgin tekur Kyndil ímóti StÍF, og í Hoyvík spæla H71 og Kyndli. Báðir dystirnir klokkan 14.00
Støðan í SMS-deildini:
H71 8 (4 dystir)
VÍF 5 (4 dystir)
Neistin 5 (5 dystir)
Stjørnan 3 (3 dystir)
Kyndil 2 (4 dystir)
StÍF 1 (4 dystir)
*Ein dyst fleiri
**Ein dyst færri
Hondbóltur
SMS-deildin: Neistan javnaði út í evstu løtu móti VÍF
H71 kann í morgin leggja seg 5 stig á odda, eftir at vestmannnakvinnur og neistakvinnur deildu stigini í dag.
Agnas Olsen skeyt 8 mál í Havn í dag, men VÍF misti sigurin í evstu løtu móti Neistanum
2018-10-20 20:25
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald