Annað

Snooker HM: Belgiskt billard-flogvit ruddar borðið

Eftir at bretar og skotar hava vunnið flestu HM kappingar í Snooker endar gullið nú helst í Belgia fyri fyrstu ferð.

2023-05-01 15:14 Author image
Jan Müller
placeholder

Lucas Brecel er nýggja og ljósasta stjørnan á altjóða billardhimmalinum.

Belgiski snooker gandakallurin hevur tikið allan billardheimin á bóli við sínum ótrúliga og óhoyrda spæli. Hann ruddar borðið ferð eftir ferð, og tað gongur við rúkandi ferð.

Flestu viðmerkjarar eru samdir um, longu nú áðrenn finalan í HM í snooker er liðugt spæld í bretska snooker høvuðsstaðnum Sheffield, er við at røkka hægstu tindar í hesum legendariska spælinum, ið veruliga hevur fangað sjónvarpshyggjarar kring allan heimin. Brecel verður mettur sum besti spælarin í snooker nakrantíð.

[object Object]Mark Selby í finaluni í Snooker

Hann er lutvíst nýggjur millum heimsins bestu, og fer hann eftir øllum at døma at vinna heimsmeistaraskapið skulu vit døma út frá spælinum higartil. Í skrivandi løtu er hann frammanfyri fýrfalda heimsmeistaran Mark Selby við 13 stigum móti 8. Tann, sum fyrstur røkkur 18 stigum, er heimsmeistari. Tvs. at honum manglar bara 5 stig í at skula lyfta gylta pokalin einaferð í kvøld.

[object Object]O'Sullivan stórvinnari í Snooker rakk ikki til finaluna hesaferð.

Undan kappingini varð ljós varpað á stórspælaran O'Sullivan, sum hevur vunnið HM heitið 6 ferðir ájavnt við Stephen Henry, sum fyri mongum árum síðani varð tann mest vinnandi. O'Sullivan skuldi vinna kappingina  í ár fyri at gerast mest vinnandi nakrantíð, men hesum forðaði Brecel honum í eftir ein heilt óvanligan dyst, har belgiarin, eftir at vera afturút 6-10, vann 11 dystir á rað, sum er met í snookerhøpi. Í løtuni bendir okkurt á, at hann er við at endurtaka sítt ótrúliga spæl móti O'Sullivan móti mótstøðumanninum í finaluni, Mark Selby.

Hóast aftanfyri 13-8 tók Selby allan billardheimin á bóli fyrr í dag, tá hann sum tann fyrsti nakrantíð í eini snookerfinalu megnaði at røkka magiska talinum í snooker, nevniliga við einum umfari uppá 147, sum er tað mesta tú kann fáa í einum dysti. Við hesum hevur hann enn einaferð staðfest sína styrki í snooker, hóast eitt tap móti nýggju snooker-kometini Brecel lúrir beint um hornið.

[object Object]

Hetta minnir ikki sørt um støðuna fyrrverandi føroyameistarin í keylubillard, Páll Heri Nolsøe, var í, tá hann undir FM kappingini nú um dagarnar setti føroyskt billardmet við at røkka 500 eygum við einans trimum umførum. Stutt eftir tað tapti hann tó finaluna til eina føroyska billardkomet, nevniliga Ólav Kjølbro.

Teir báðir finalistarnir í snooker kappingini í Sheffield, Mark Selby og Lucas Brecel eru annars ávikavist nr. 2 og nr. 10 í heiminum í dag. Væntandi endar finalan seinni í dag ella í kvøld. Hon verður víst á Eurosport.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder