Fótbóltur

So at siga eingin broyting í føroyska hópinum

Lars Olsen og Jóannes Jakobsen hava tikið hópin út til dystirnar ímóti Aserbaidjan og Kosovo..

Lars Olsen til tíðindafundin í morgun (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Olsen til tíðindafundin í morgun (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-01 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hevur tveir heimadystir ímóti Aserbaidjan og Kosovo fyri framman. Hetta er í UEFA Nations League.

Lars Olsen hevur tikið 23 leikarar út, og í mun til seinast er bert ein broyting. Hon er neyðug, tí Sølvi Vatnhamar breyt nøkur rivjabein í gjár. Pól Jóhannus Justinussen er komin inn ístaðin.

Heini Vatnsdal var úttikin seinast, men hann fór úr landsliðleguni, tí hann gjørdist pápi fyri fyrstu ferð áðrenn dystin ímóti Malta. Sonni Ragnar Nattestad hevur leikbann fyrra dystin, sum er ímóti Aserbaidjan 11. oktober.

Føroyski hópurin: 
Gunnar Nielsen, FH (ICE)
Teitur Matras Gestsson, HB
Kristian Joensen, KÍ
Atli Gregersen, Víkingur
Odmar Færø, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN)
Jógvan Rói Davidsen, HB
Sonni Ragnar Nattestad, AC Horsens (DEN)
Alex Mellemgaard, B36
Heini Vatnsdal, BK Fremad Amager (DEN)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Magnus Egilsson, HB
Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE)
Gilli Rólantsson Sørensen, SK Brann (NOR)
Rene Shaki Joensen, Grindavík (ICE)
Tróndur Jensen, HB
Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ
Hallur Hansson, AC Horsens (DEN)
Brandur Hendriksson Olsen, FH (ICE)
Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR)
Finnur Justinussen, Næstved BK (DEN)
Jóan Símun Edmundsson, Arminia Bielefeld (GER)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder