Fótbóltur

So bragdaði hjá Føroyum

Atli Gregersen og Lars Olsen endaðu teirra tíð á landsliðnum við einum sigri, og Føroyar hava nú ikki longur eitt null á stigatalvuni.

Føroysku leikararnir fegnast eftir málið hjá Rògva Baldvinsson (Mynd: Jens Kr. Vang)

Føroysku leikararnir fegnast eftir málið hjá Rògva Baldvinsson (Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-10-15 21:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fólkakravið og kravið í føroysku leguni til sín sjálvan var greitt undan áttanda undankappingardystinum í ár: Malta skuldi í kvøld sendast av Tórsvølli uttan nakað stig. Fyrsti føroyski sigurin í hesari undankappingin gjørdist eisini veruleiki, og hann var als ikki óuppiborin. Samstundis var hetta fyrsti sigurin síðani 3-1 dystin móti Malta í fyrsta umfari í Nations League, og tann fyrsti í einum undankappingardysti síðani 1-0 sigurin á Andorra í september í 2017.

Tað vóru maltesar, ið vóru ágangandi fyrstu løtuna í heystarkuldanum á Tórsvølli, tó uttan at teir gjørdust vandamiklir. Eftir eina trilvandi byrjan komu føroyingar eitt sindur i gongd og settu seg í ein mun á dystin. Føroyar høvdu bóltin nógv, men høvdu ilt við at skapa upplagdar malmøguleikar. Spælið var heldur stirvið, og nógvar bóltnertingar vóru í fleiri førum; tað manglaðu renningar til at hótta tí maltesisku vejruna – serliga í bakrúm.  

[object Object]
Jóannes Kalsø Danielsen var eyðsýndur í sínum fyrsta A-landsdysti 

Fyrsta vandamikla støðan kom eftir eitt sera gott frísparksinnlegg frá Brandi Hendrikssyni úr høgru, ið fyrst Heini Vatnsdal júst ikki rakk fram til, og sum Hallur Hansson síðani ikki fekk stýrt í málið við aftaru stong. Beint fyri hálvleik endaði eitt gott føroyskt álop við, at Jóannes Bjartalið fann liðfelagan úr KÍ, Jóannes Kalsø Danielsen inni í brotsteigum, men skotið hjá debutantinum varð blokerað.

[object Object]Viljormur spældi 90 minuttir í báðum dystunum

Høgri vongbakkurin var aftur frammi við í brotsteignum í tveimum førum í fyrru hálvu av. Hálvleiki, har tað var nær við at gerast heilt vandamikið. Tað var hin vongbakkurin, vælleikandi Viljormur Davidsen eisini, og miðskeiðis í 2. Hálvleiki fann høgri vongbakkur vinstra vongbakk við frálíkum innleggi, men beint uttanfyri málteigin megnaði Viljormur akkurát ikki at fáa bóltin framvið maltesiska málverjanum.

[object Object]

Tað eydnaðist hjá Rógva Baldvinssyni  tjúgu minuttir fyri leiklok. Eitt sera vælleikt føroyskt álop endaði við hornasparki, ið Brandur sendi innfyri úr høgru. Rógvi vann sín nærdyst, fekk stýrt bóltinu í longra málhornið, og so kókaði á Tórsvølli. Málið kom eftir at Føroyar høvdu sett seg meira á dystin. Tað gekk framvegis striltið fyrstu løtuna av 2. Hálvleiki, har spælið gekk heldur seint, men meira ferð kom á føroyingarnar, meðan Malta fall longur aftur á vøllin. At Klæmint Olsen kom inn gjørdi eisini mun fyri føroyska álopsspælið.

[object Object]

[object Object]
Eftir málið hugsavnaðu føroyingarnir seg um at verja leiðsluna og søktu sera lítið at málinum. Malta skapti tó lítið og einki og høvdu bert eitt fínt langskot. Føroyar vóru í yvirtíðini sera nær við at økja, tá Klæmint gjørdist púra fríur, og bólturin síðani datt út til Hall. Tað endaði tó 1-0, og harvið ein perfektur endi hjá Lars Olsen og Atla Gregersen á heimavølli.

[object Object]

EM-undankapping, bólkur F – 8.umfar
Tórsvøllur, 15. Oktober
Føroyar – Malta 1-0 (0-0)
70' Rógvi Baldvinsson 1-0

Føroyar (3/4/3-5-4-1) Gunnar Nielsen - Heini Vatnsdal, Atli Gregersen (L) og Rógvi Baldvinsson - Jóannes Kalsø Danielsen, Brandur Hendriksson Olsen, Hallur Hansson, Viljormur Davidsen (85’ Árni Frederiksberg - Sølvi Vatnhamar, Jóannes Bjartalíð - Jóan Símun Edmundsson (94’ Magnus Egilsson)

Áskoðaratal: 2
.677

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder