Fótbóltur

So bragdaði hjá Manchester City

Rodri avgjørdi Champions League-finaluna og tryggjaði City "The Treble" í Istanbul, men Inter vísti seg væl fram og hevði risamøguleikar í seinna hálvleiki.

Eitt mál miðskeiðis í seinna hálvleiki var nóg mikið hjá Manchester City at tryggja sær

Eitt mál miðskeiðis í seinna hálvleiki var nóg mikið hjá Manchester City at tryggja sær "The Treble" (Mynd: EPA)

2023-06-10 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Champions League 2022/2023 endaði við finaluni í Istandbul í kvøld. Har bjóðaði Inter Milan Manchester City av og gjørdi tað eisini ógvuliga trupult fyri stórfavorittarnir, men tað gekk hjá Pep Guardiola og hansara monnum, sum vunnu eina søguliga greipu. 

Manchester City hevur verið besta liðið í kappingini og hevur millum annað trygt sent Bayern München og Real Madrid út. Í kvøld var Inter tó omaná á ymiskum økjum samanlagt, hóast City hevði bóltin væl meira.

Italska liðið tyktiskt meira vandamikið fyri steðgin, og City hevði ilt við at skapa málmøguleikar. Haaland varð hildin í stuttum snóri, men miðskeiðis í seinna hálvleiki bragdaði. City hevði fingið yvirtakið, spældi væl og so kom bólturin heldur tilvildarligt útfrá til Rodri. Verjukendi miðvallarin var ísakaldur, tá hann stutt inni í  brotsteignum legði bóltin framvið verjuspælaranum og André Onana.

Liðið hjá Simone Inzaghi svaraði tó væl aftur. Næstan beint eftir málið stútaði Federico Dimarco á yvirleggjaran, og Romelu Lukaku fekk eisini frían stútara seinni, men innskifti belgiski áleyparin rakti mitt á Ederson. Málverjin hjá City noyddist at stjórbjarga í yvirtíðini í samband við hornaspark, og tað var tað síðsta, ið hendi.

Manchester City hevur loksins rokkið málinum og vunnið stóra kappingina. Hetta er annað enska felagið, sum vinnur "The Treble", og Pep Guardiola er einasti venjari nakrantíð, sum hevur vunnið  "The Treble" við tveimum feløgum (Barcelona 2009).

Champions League-finala 2023
Atatürk leikvøllurin, Istanbul - leygarkvøldið 10.06
Inter Milan - Manchester City 0-1 (0-0)
68' Rodri 0-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder