Annað

So byrjar FM

100 ára jubileums FM-einstaklingakappingin 2023 fer av bakkastokki í dag.

Talvlandsliðið á olympiaduni í India í fjør summar. Allir uttan John Rødgaard eru við í FM-kappingini. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft

Talvlandsliðið á olympiaduni í India í fjør summar. Allir uttan John Rødgaard eru við í FM-kappingini. F.v.: Luitjen Akselsson Apol, Høgni Egilstoft Nielsen, John Rødgaard, Helgi Dam Ziska og Rógvi Egilstoft

2023-04-01 10:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

100 ára jubileums FM-einstaklingakappingin 2023 fer av bakkastokki leygardagin 1. apríl. 

Í alt 68 telvarar eru við í teimum fimm bólkunum, sum kappast verður í. Tað er mesta luttøkan í átjan ár. Telvað verður á Finsen í Havn. Átta kappast um FM-heitið í landsliðsbólkinum, átta eru í 1. bólki, 24 í almenna bólkinum, 20 í unglingabólkinum, og átta verða við í veterankappingini.

Søguliga sterkur FM-bólkur
Vit hava helst ongantíð sæð so sterka kapping um FM-heitið sum í ár. Miðalstyrkitalið í Landsliðsbólkinum táttar í 2300. 

Undantikin eru árini 2003 og 2019. Tá vóru útlendskir stórmeistarar og altjóða meistarar við í víðkaða FM-bólkinum sum krydd. Og í 2017 mannaðu fýra av okkara fremstu telvarum einsamallir FM-bólkin - Helgi Dam Ziska, John Rødgaard, Høgni Egilstoft Nielsen og Martin Poulsen.

Men ein FM-bólkur við átta føroyskum telvarum og miðalstyrkitalinum 2279, er eindømi. Og at allir uttan ein í so stórum bólki hava verið føroyameistarar fyri einstaklingar er eisini eindømi.

Favorittur er sjálvsagt stórmeistarin Helgi Dam Ziska. Hetta er hansara fyrsta FM síðani 2019. Men brøðurnir úr Sandavágs Talvfelag, Høgni og Rógvi, eru ivaleyst mentir at geva honum dygga mótstøðu. Hetta er fyrsta ferðin, at teir tríggir eru í landsliðsbólkinum saman. Umframt hesar tríggjar, kann fleirfaldi føroyameistarin Martin Poulsen nevnast sum ein outsidari.

Havnar Telvingarfelag, sum nú í apríl fyllir 100, skipar fyri árligu FM-kappingini. Tað fer at bera til at fylgja við leik fyri leik í hvørjum talvi í Landsliðsbólkinum á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Landsliðsbólkurin 2023
Helgi Dam Ziska, HT 2545
Høgni Egilstoft Nielsen, ST 2407
Martin Poulsen, HT 2300
Rógvi Egilstoft, ST 2298
Olaf Berg, HT 221
Eyðun Nolsøe, KTF
Carl Eli Samuelsen, HT 2153
Luitjen Akselsson Apol, HT 2143

1. umfar (leygardagin 1. apríl kl. 14:00)
Eyðun Nolsøe - Luitjen A. Apol
Carl Eli Samuelsen - Helgi Dam Ziska
Martin Poulsen - Rógvi Egilstoft
Olaf Berg - Høgni Egilstoft Nielsen

FM-vinnarar 2000-2022
2000 Flóvin Tór Næs, HT
2001 John Rødgaard, VT
2002 Hans Kristian Simonsen, KT
2003 Martin Poulsen, HT
2004 Martin Poulsen, HT
2005 Carl Eli N. Samuelsen, VT
2006 Martin Poulsen, HT
2007 John Rødgaard, VT
2008 Helgi Dam Ziska, HT
2009 Martin Poulsen, HT
2010 Olaf Berg, ST
2011 Helgi Dam Ziska, HT
2012 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2013 Olaf Berg, HT
2014 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2015 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2016 Rógvi Egilstoft Nielsen, ST
2017 Helgi Dam Ziska, HT
2018 Helgi Dam Ziska, HT
2019 Helgi Dam Ziska, HT
2020 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2021 Høgni Egilstoft Nielsen, ST
2022 Høgni Egilstoft Nielsen, ST

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder