Seinasta umfar í øðrum bólkinum í EM-meginumfarinum hevur verið á skránni í dag. Undan umfarinum høvdu Danmark og Svøríki vunnið seg í hálvfinalurnar, og hetta sást á avrikinum.
EM-meginumfar - bólkur 2 (í Hamborg)
4. og seinasta umfar - týsdagin 23. januar
Portugal - Niðurlond 33-33
Danmark - Slovenia 25-28 (14-17)
Svøríki - Noreg 23-33 (12-15)
Mathias Gidsel, Simon Pytlick og Magnus Saugstrup vórðu heilt spardir, men hóast hetta hevði Danmark sterkt lið á vøllinum. Slovenar vildu tað tó meira, og stigini merktu meira fyri teir. Fyriuttan byrjanina av 2. hálvleiki, hevði liðið hjá Nikolaj Jacobsen ongantíð tamarhald á dystinum og tapti - eins og Føroyar fyri tólv døgum síðani - við trimum málum fyri Slovenia.
Slovenar yvirhálað við sigrinum Portugal, sum blakaði sigurin burtur móti endanum í dag. Harvið skal Slovenia spæla um 5. og 6. plássið í EM og er framvegis við í stríðnum um OL-atgongumerki, ið eru so virðismikil.
Danmark hevði frammanundan ikki tapt 16 kappingardystir á rað og 27 dystir samanlagt. Teir taka tó ikki tapið so tungt í donsku leguni - fríggjadagin er hálvfinala á skránni í Kiel móti Eysturríki, Ungarn ella týsku vertunum. Jóhan á Plógv Hansen spældi einar tjúgu minuttir í dag og skoraði uppá sína einastu skotroynd - eitt sera snilt skot og góð atgerð av høgra vongi.
Nikolaj Jakobsen var ikki nøgdur í dag, men tapið tykiskt ikki at níva nakað serligt. Venjarin fekk spart lyklaspælarar undan finaluvikuskiftinum í Köln (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Svøríki var í somu støðu sum grannarnir og spældi sanniliga ikki við fullum útblástri móti Noreg, sum hinvegin vildi enda eitt minni gott endaspæl væl.
Tað gjørdi Noreg eisini: Tað endaði við tíggju-máls sigri til norðmenninar, sum spældu væl betri í skandinavisku uppgerðini - serliga í seinna hálvleiki. Tað sá annars til tíðir út sum ein venjingardystur og greitt tann ringasti dysturin hjá gul-kløddu evropameistarunum í Týsklandi.
Tað sum verri var hjá svium, var skaðin til Albin Lagergren. Høgri bakkurin hevur verið ógvuliga umráðandi í hesum endaspælinum, men noyddist av vølli í fyrra hálvleiki, og tað sá ikki heilt gott út. Glenn Solberg syrgdi annars fyri, at nógvir spardu megi til hálvfinaluna, sum mest sannlíkt verður móti fraklendingum.
Endaliga støðan í bólkinum:
Danmark 8 stig *
Svøríki 6 stig *
Slovenia 6 stig
Portugal 4 stig
Noreg 4 stig
Niðurlond 1 stig
*Víðari til hálvfinalurnar fríggjadagin
Spæla um 5. plássið fríggjdagin
Seinasta umfar í hinum bólkinum er á skránni í morgin, og har er spenningurin um 2. hálvfinaluplássið - umframt OL-undankappingarpláss - stórur:
4. og seinasta umfar í bólki 1 - í morgin, mikudagin 24.01:
14.30: Ísland - Eysturríki (Vinnarin fær pláss í OL-undankappingini)
17.00: Ungarn - Frakland
19.30: Týskland - Kroatia
Støðan:
Frakland 8 stig *
Týskland 5 stig
Eysturríki 4 stig
Ungarn 4 stig
Ísland 2 stig
Kroatia 1 stig
*Víðari til hálvfinalurnar fríggjadagin
Dystirnir kunnu millum annað síggjast á danska TV2/TV2 Sport og TV2 Play.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald