FCK fekk eina góða byrjan uppá bólkaspæli í Europa League við javnleiki á sterka Zenit-liðnum og síðani útisigri í Bordeaux. Í kvøld endaði tað tó við ósigri á heimavølli.
Talan var um ein sera javnan og inntensan dyst. Einsamalla málið í dystinum kom beinanvegin í 2. hálvleiki, tá áleyparin Jan Matousek legði Slavia Prag á odda.
FCK megnaði ikki at svara aftur, og harvið verður tað nú trupult fyri liðið hjá Ståle Solbakken at koma víðari. FCK er tvey stig aftanfyri Slavia Prag, og trý stig aftanfyri Zenit, ið vann 2-1 á Bordeaux í kvøld. FCK skal til Kekkia í komandi umfarið og til Russlands í næstseinasta umfarið.
Hetta var fyrsta tapið hjá danska høvuðstaðarliðnum á heimavølli síðani 16.juni. Tað var í 1. umfarið í Superligaini, tá Hallur Hansson skoraði fyri Horsens í 2-1 sigrinum hjá liðnum frá Jútlandi.
Fótbóltur
So tapti FCK aftur í Parkini
Slavia Prag vann 1-0 í Europa League dystinum.
Dame N'Doye og FCK megnaðu ikki at koma á máltalvuna í Keypmannahavn í kvøld
2018-10-25 19:58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald