Fótbóltur

So tepurt sum gjørligt móti Slovakia

Føroyar taptu við einum málið í øðrum HM-undankappingardystinum. Hetta var eftir eitt gott avrik og ein vælleiktan dyst frá føroysku leikarunum - munandi betri enn í gjár móti Litava.

Serliga hekk verjan betri saman í gjár, har Teis Horn Rasmussen í dag hevði ein umráðandi leiklut. Kjartan Johansen gekk á odda í álopspartinum (Mynd: Sverri Egholm)

Serliga hekk verjan betri saman í gjár, har Teis Horn Rasmussen í dag hevði ein umráðandi leiklut. Kjartan Johansen gekk á odda í álopspartinum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-11 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska A-landsliðið hjá monnum vísti seg frá einari heilt aðraru síðu í Luksemburg enn í gjár, tá Litava vann við 11 málum.  Serliga var tað í verjupartinum, at framgongd sást. Okkara vóru meira kontantir og avgjørdir, og hetta var við at halda dystinum tættan. Liðið arbeiddi sum heild betri saman, og hugburðurin tyktist sera góðir. Hetta rak næstan til stig.

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Tað byrjaði annars sera illa. Ein rúgva av mistøkum í álopinum; bóltar ið vórðu spældir inn til málverjan, ikki loftaðir bóltar og brendir møguleikar. Í verjupartinum eydnaðist als ikki at darva stóru, sterku og skotsterku slovakunum.

Les eisini: Hinir eru bæði hægri og tyngri

Eina løtu var 2-7, men so ressaðust okkara við. Eina løtu miðskeiðis í hálvleikinum vunnu Føroyar 5-1. Í verjuni eydnaðist at tálma slovakunum, ið nú vóru teir, ið gjørdu teknisku mistøkini, og álopsspælið koyrdi væl. Serliga var Kjartan Johansen eyðsýndur í dag. Ikki øll skotini í dag eydnaðist, men strandingurin gjørdist føroyskur toppskjútti við níggju málum. 10'arin vísti eisini sítt hegni úr sjey metrum og sítt hegni at finna viðleikararnar og beinleiðis við í sera nógvum málum - so at siga øllum í 1. hálvleik. Í yvirtalsspælinum metti Kjartan sera rætt um alveringarnar, og teir fýra minuttirnar Føroyar vóru í yvirtalið í 1. hálvleiki endaðu 4-0. 

[object Object]
Kjartan Johansen spældi ein sera góðan landsdyst í Luksemurg (Mynd: Sverri Egholm)

Tað eydnaðist eina ferð fyri steðgin Føroyum at koma á odda, men tað vóru slovakar ið fóru til steðgin við einari leiðslu. Í stórar 40 minuttir leikaði ógvuliga javnt á, og liðini skiftust at hava eitt lítið yvirtak. Fyrstu løtuna av 2. hálvleiki komu fá mál. Føroyar gjørdu heldur nógv mistøk í álopsstøðu, men verjan gjørdi bart.

Tað eydnaðist væl við Róki Akralíð og Helga Hildarson Hoydal í miðverjuni. Róku stóð flatur, og tó sær oftast av strikuni, meðan Helgi var meira ágangandi ; møtti og tók sær av krossingum. Í álopinum lá í dag nógv betri fyri hjá hoyvíkinginum. Hann skoraði uppá allar tríggjar skotroyndirnar - í gjár brendi hann allar tríggjar. Eisini flutti hann seg væl og vann eitt brotskast. Tað var tí ein smeitur, at hann fekk reytt kort smáar tíggju minuttir fyri leiklok, fyri at koyra armin í andlitið á einum slovaka, ið kom ímóti og skuldi skjóta. 

[object Object]
Helgi Hildarson Hoydal var sera umráðandi í báðum endum av vøllinum í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyar vóru í dag uttan Brand Halgirsson ið var sjúkur, Óvissa var undan upphitingini um Róa Berg Hansen og Jónas Djurhuus. Rói spældi tó ein hálvleik og skoraði tvey góð mál, og Jónas vísti ígjøgnum dystin sínar dygdir. Hann spældi spælið og hinar væl upp, skoraði tvey flott mál og vann tvey brotskøst.

[object Object]
Jónas Gunnarson Djurhuus (Mynd: Sverri Egholm)

Móti endanum tyktist orkan at ganga eitt sindur undan hjá føroyingunum, og nakrar skeivar avgerðir vóru tiknar við bóltinum. Tað eydnaðist heldur ikki at tálma slovakunum, ið sluppu lættari til skot. Bunesligaleikarin og fyrrverandi Barcelona leikarin, Martin Stranovsky, á vinstra vongi var eisini 100 prosent í dag; bæði av vonginum og úr sjey metrum. Føroyar vóru nær við at koma í eitt skjótálop og javna, men tað eydnaðist júst ikki. Harvið rakk góða avrikið ikki til stig, men eingin ivi er um, at føroysku leikararnir hesaferð kunnu ganga við høvdinum høgt, hóast teir kunnu iðra seg um vánaligu byrjanina og nøkur ting, ið ikki eydnaðust móti endanum av dystinum.

Myndir: Føroyar-Slovakia
 
Føroyar spæla í morgin klokkan 16.30 seinasta dystin í kappingini. Hann er ímóti vertunum, Lukesemburg.
 

HM undan-undankapping
Luksemburg, Le'Coque-høllin
Føroyar - Slovakia 26-27(13-14)

Føroyska liðið frá byrjan og leikararnir, ið spældu mest: 
Nicholas Satchwell – Niklas Selvig, Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal Rókur Akralíð/Jónas Gunnarson Djurhuus(verju/álop), Peter Krogh, Rói Berg Hansen (Leivur Mortensen spældi 2. hálvleik á plássinum)
Teir Horn Rasmussen var inni í verjuni størsta partin av dystinum

Málskjúttar (Málskjúttar/málroyndir):
Kjartan Johansen 9/13 
Peter Krogh 6/12
Helgi Hildarson Hoydal 3/3
Jónas Gunanrson Djurhuus 2/2 
Niklas Selvig 2/3
Rói Berg Hansen 2/3
Pætur Thomsen 1/1
Leivur Mortensen 1/1

Brotskøst:
3/3 (Kjartan øll)

Bjargingar(Tikinir bóltar/skot ímóti - bert talan um skot ið raktu málið):
Nicholas Satchwell 9/31 - 29 prosent
Tóraldur Kollsker 0/5
Fýra útav fýra brotskøst skoraði ímóti

Útvísingar:
Peter 1
Hilmar Leon Jakobsen 1
Niklas 1

Reytt kort: Helgi Hildarson Hoydal (51.min)

Dystargongdin:
5.min: 1-3
10 min: 2-6
15 min: 5-8
20 min: 8-9
25 min: 11-11
35.min: 15-15
40.min: 16-17
45 min: 18-18
50 min: 19-19
55 min: 23-25


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder