Hondbóltur

Undan Slovakia-dystinum: Brandur heima sjúkur og óvissa um tveir leikarar

Bert 16 mans eru við í hópinum, so Føroyar hava ikki møguleika at taka nýggjar spælarar inn.

Brandur Halgirsson verður ikki við í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur Halgirsson verður ikki við í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-11 12:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Tað er eitt sindur spell, at vit ikki hava møguleikar at heinta nýggjar menn inn í hópin, nú tað vísir seg, at ein spælari liggur eftir á hotellinum sjúkur, og tveir eru ivasamir við skaða í fótinum.

Soleiðis sigur Sonni Larsen, landsliðsvenjari, undan hondbóltsdystinum móti Slovakia, sum byrjar um ein góðan tíma.

Hini londini hava 18 spælarar við til Luksemburg, og hava sostatt møguleika at seta frískar leikarar inn, um onkrum berst frá.

Henda møguleikan hevur føroyski landsliðsvenjarin ikki, tí avgerð var tikin um bert at senda 16 spælarar avstað.

Brandur liggur í songini
Tað er sterki verjuleikarin Brandur Halgirsson, sum liggur eftir í songini á hotellinum og fylgir dystinum á stroymingini.

Tveir leikarar hava trupulleikar við fótinum eftir dystin móti Litava í gjár, nevniliga leikskiparin Jónas G. Djurhuus og vongurin Rói B. Hansen.

- Teir eru við til upphitingina, og so fáa vit at síggja, um teir kunnu spæla, sigur Sonni Larsen.

Hóast hesar avbjóðingarnar, fara teir til uppgávuna í dag við góðum vónum.

- Vit royndu at arbeiða við vónbrotinum í gjárkvøldið. Savnaðust á hotellinum fyri at tosa tingini ígjøgnum, og so hava vit arbeitt miðvíst, bæði í gjár og í dag, at fáa góða lagið og hugburðin inn í hópin aftur, sigur Sonni Larsen.

Helgi byrjar inni
Ein av leikarunum, sum hevði ein óhepnan dag í gjár, var sterki strikuspælarin Helgi H. Hoydal. Upp á fyrispurning um hann byrjar inni í dag, svarar Sonni avgjørdur ”Ja!”

- Helgi er ein undangongumaður, sum hevur stóran týdning fyri liðið. At hann hevur spælt ein vánaligan landsdyst skal ikki ganga útyvir hann. Helgi var óhappin í álopinum í gjár, ja, men í verjuspælinum gjørdi hann eitt megnaravrik, sum hann plagar, sigur landsliðsvenjarin, sum tó leggur dent á, at hin sterki verjuleikarin Rógvi Dal Christiansen eisini verður at síggja á vøllinum í dag. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder