Fótbóltur

Søguligur dagur fyri Marokko og afrikanskan fótbólt

Marokko varð í 1986 fyrsta afrikanska liðið, sum spældi seg víðari úr einum HM-bólkaspæli. Síðani hava fleiri lið verið nær við at spælt seg millum tey seinastu fýra - í kvøld stendur Marokko har.

Marokko hevur sligið Portugal og Spania út í knock-out dystunum (Mynd: EPA)

Marokko hevur sligið Portugal og Spania út í knock-out dystunum (Mynd: EPA)

2022-12-14 12:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eitt tógvið stríð hjá liðum úr Afrika at koma til HM-endaspøl í gomlum døgum, har tað leingi bert var eitt pláss at býta við Asia og Kyrrahavsoyggjarnar, áðrenn tað so blivu fleiri so líðandi. Tvey í 1980'unum, trý í 1994 og frá tí talið av luttakarum fór upp til 32 til HM í 1998: Fimm føst pláss.

Tað er tað fyri so vítt eisini torført nú - til seinastu HM-endaspølini hava 54 limalond í CAF havt møguleikan fyri at kappast um hesi fimm plássini. Suðurafrika í 2010 var undantakið, tí vertslandið var "sætta afrikanska landið". 

Egyptalandið var fyrsti luttakarin í 1934, og var eitt av teimum heilt fáu afrikansku londunum, ið eingongd royndu at spæla seg til eitt HM-endaspøl í millum annað 1950'unum. Fótbóltsspælið var ikki so skipa í heimspartinum, men tað gjørdist tað meira og meira, og fleiri og fleiri lond fingu eisini sjálvsræði, eftir at evropeisk hjálandaveldi sleptu takinum/vórðu trýst til tað.

Marokko fekk sjálvsræði frá Spania og Fraklandi í 1956. Í 1970 gjørdist norðurafrikanska landið tað fyrsta úr landspartinum, sum luttók í einum HM-bólkaspælið. Tað eydnaðist eisini at fáa eitt stig í Meksiko: Ein 1-1 javnleik móti Bulgaria. 

Nú Marokko í kvøld stendur í einari hálvfinalu, kann hyggjast aftur á eina áhugaverda afrikanska HM-søgu, har framgongdin hevur verið stór serliga seinastu 40 árini. Júst Marokko gjørdist í 1986 fyrsta afrikanska landið, ið spældi seg víðari úr einum bólkaspæli, og tað var við at vinna bólkin, har Ongland, Pólland og Portugal eisini vóru við. Fýra ár frammanundan vóru bæði Kamerun og Algeria heilt nær við. Kamerun tapti ikki nakran dyst - men vann heldur ongan. Algeria lá til at koma víðari, men Týskland og Eysturríki tyktust at vera samd um, at tað skuldi enda 1-0, so bæði evropeisku londini komu víðari.

[object Object]
Walid Regragui verður heiðraður eftir 1-0 sigurin á Portugal. Hann er fyrsti afrikanski venjarin, sum hevur leitt sítt land til eina fjórðingsfinalu (Mynd: EPA)

Vesturtýskland gjørdist ein ov stórur biti fyri Marokko í 1986, men í 1990 rúnarbundu Kamerun og serliga Roger Milla heimin og rukku fjórðingsfinaluni í Italia. Nigeria var í stórari framgongd í nítiárinum og kom til áttandapartsfinalurnar í bæði 1994 og 1998. 

Nigeria megnaði eisini at spæla seg í 1/16-finaluna í 2014 - Algeria gjørdi tað sama - men fyriuttan avrikið hjá Marokko hesaferð, hava bestu avrikini hjá afrikanskum liðum í hesari øldini verið tey hjá Senegal í 2002 og Ghana í 2010. Bæði rukku fjórðingsfinaluni men taptu ávíkavist eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.  

Nú er tann múrurin, sum eitur "fjórðingsfinalan er evsta mark", brotin. Spurningurin er so, um søguliga marokkanska liðið fær gjørt nakað við heimsmeistararnar í kvøld. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder