Stórur fagnaður var á leikvøllinum á Dungasandi í Sørvági í gjárkvøldið í sambandi við, at tað var staðfest, at unga fótbóltsfelagið 07 Vestur vann FM-kappingina fyri U21 lið.
Hetta er fyrsta meistaraheitið í vaksnamannadeildini til felagið, sum er ein samanrenning millum Sørvágs Ítróttafelag, SÍ, og Sandavágs Ítróttafelag, SÍF.
Í ársins seinasta dysti ímóti HB var úrslitið 1-1, og 07 Vestur vinnur sostatt kappingina við 39 stigum. 30 ymiskir leikarar hava leikt á U-21 liðnum í ár, harav tríggir teir yngstu eru bert 15 ára gamlir, og neyvt javngamlir við felagsliðið úr Sørvági og Sandavági, skrivar Sørvágs kommuna á heimasíðuni.
- Tað er eitt miðvíst ungdómsarbeiði yvir longri tíð, sum nú gevur góða úrslitið. Felagið hevur raðfest venjingar við ungdóminum høgt, og hetta sæst aftur við at fleiri av leikarunum eru at síggja á føroysku ungdómslandsliðum, bæði hjá gentum og dreingjum.
Nógv fólk vóru komin á Dungasand at heiðra føroyameistarunum, og í felagshúsinum var kaffi og kakur til viðhaldsfólkini. Eftir dystin var steypahandan, fýrverk lýsti yvir Dungasand, og sjampanjan fleyt, ímeðan “We Are The Champions” rungaði gjøgnum hátalarnar. Av sonnum ein minniliga løta, tá 07 Vestur skrivaði søgu, skrivar Sørvágs kommuna.
Myndir: Sørvágs kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald