Fredrikstad flutti í fjør upp úr næstbestu norsku deildini, og í gjár, sunnudagin 7. apríl, vann søguríka felagið sín fyrsta sigur í Eliteseriuni í 12 ár.
Tað var í 2012, at Frederikstad seinast var í fremstu norsku deildini. Nú er Mikkjal Thomassen venjari sum fyrsti føroyski høvuðsvenjari í einari fremstu deild í Skandinavia.
Mikkjal og hansara menn taptu 2-0 í heimadystinum fyri Bodø/Glimt í 1. umfari, men í gjár vann Frederikstad 2-0. Hetta var á útivølli móti Brann.
Við føroyskum eygum er tað eitt pluss, at tað var ein 48-ára gamal føroyskur venjari, ið stóð á odda. Føroysku landsliðsspælararnir spældu tó ikki nakran leiklut.
Brandur Hendriksson Olsen sat á bonkinum allar 90 minuttirnar, meðan nakað skaðadarvaði Jóannes Bjartalíð var ikki í hópinum. Báðir spældu seinna helming av seinna hálvleiki í 1. umfari móti Bodø/Glimt.
Tað var vongbakkurin Stian Stray Molde, sum skoraði bæði málini fyri Fredrikstad í Bergen: Eitt í 1. hálvleiki og eitt í 2. hálvleiki. Heimaliðið hevði leikliga yvirvág - við bólti - men skapti ikki so nógv heilt vandamikið móti væl skipaða Fredrikstad-liðnum.
Mynd: fredrikstadfk.no
Hæddarpunkt frá dystinum síggjast HER
Trý stig eftir tvey umfør - Fredrikstad spælir aftur í Eliteseriuni leygardagin 13. apríl mot Sarpsborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald