Fótbóltur

Søguligur talvdystur

Við frálíkum útsýni í góðveðrinum sunnudagin yvir Trongisvágsfjørð úr stásiliga Salt-bygninginum við Krambatanga í Øravíkarlíð hevði nýggja talvfelagið í Suðuroy sín fyrsta dyst í landskappingini.

2023-10-09 22:36 Author image
Innsent
placeholder

Við frálíkum útsýni í góðveðrinum sunnudagin yvir Trongisvágsfjørð úr stásiliga Salt-bygninginum við Krambatanga í Øravíkarlíð hevði nýggja talvfelagið í Suðuroy sín fyrsta dyst í landskappingini.

Øll byrjan er sum kunnugt trilvandi, og tí er ikki at falla í fátt av úrslitinum henda dagin. Havnarmenn, ið vitjaðu, vóru við yvirlutan á øllum fýra borðum í dystinum.

Einaferð ljóðaði, at Eyðun Nolsøe, sum nú í fleiri ár hevur búð í Froðba, fór at telva við suðuroyingum, men hann stendur framvegis á styrkilistanum hjá Klaksvíkar Talvfelag. John Rødgaard er fluttur til Danmarkar aftur at búgva, og Sjúrður Thorsteinsson er vorðin havnarmaður. Høvdu hesir tríggir verið tøkir, høvdu suðuroyingar havt eitt valalið, sum lættliga kundi gjørt seg galdandi í bestu deildini. Men nú ræður um tol og fyrst at hugsavna seg um avbjóðingina í 4. deild.

Strandingar fingu afturímóti góða byrjan í somu deild í sínum fyrsta dysti síðani 1988, og vunnu 4-0 á grannunum hinumegin fjørðin.

Favorittarnir gjørdu bart
Í 1. deild var talan um tríggjar innanhýsis dystir millum tey trý stóru feløgini í landinum; Sandavágur, Havnin og Klaksvík. Havnarmenn og klaksvíkingar á A-liðnum gjørdu bart og vunnu 4-0. Hesir innanhýsis dystirnir í Havn og í Klaksvík hava annars ofta verið rættiliga javnir, men í ár hefti ikki fyri hjá favorittunum. FM-manningin hjá vágamonnum misti eitt stig í innanhýsis dystinum.

Sandavágsmenn eru altíð væl mannaðir. Tað er rárasta hending, at nøkrum berst frá. Soleiðis var aftur sunnudagin. Vágamenn halda framvegis fast um "skeivu" uppsetingina á ovaru borðunum. Rógvi Egilstoft røkir aftur 1. borð, tó at yngri bróðirin hevur meira enn hundrað ratingstig fleiri á 2. borði.

Hjá havnarmonnum og klaksvíkingum var nakað av mannfalli. Eingin Frændur var við í hesum fyrsta umfarinum, ei heldur Finnbjørn Vang ella Janus Skaale.

Martin Poulsen og Olaf Berg vóru ikki tøkir á A-liðnum hjá Havnini, men mannfallið var tó størri á B-liðnum; her kundu eitt nú Hjalti Toftum Jógvansson, Rógvi Mortensen og Herluf Hansen styrkt liðið.

1. deild (1. umfar):

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Hinar deildirnar

Fult umfar var eisini í 2.- 3.- og 4. deild. Seks lið eru í aðru og triðju deild, og tíggju lið í 4. deild. Ein unglingadeild er eisini, men kappingin er ikki byrjað enn.

2. deild (1. umfar)
Kollafjørður (2) - Kollafjørður (1)  1-3
Havnin (3) - Havnin (4) 2½ - 1½
Klaksvík - Kongshavn (Runavík) 1 - 3

3. deild (1. umfar)
Toftir - Vestmanna 3½ - ½
Rókur - Gøta 3-1
Sandavágur (3) - Sandavágur (4) 3 - 1

4. deild (1. umfar)
Kongshavn (Runavík) - Strendur 0 - 4
Suðuroy - Havnin 0 - 4
Rókur - Toftir 3 - 1
Gøta - Sandavágur 1 - 3
Klaksvík (4) - Klaksvík (5) 2 - 2

Meira kann lesast um kappingina á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.

Dystirnir í øðrum umfari í landskappingini í talvi verða nú sunnudagin 15. oktober.

Í 1. deild verður telvað soleiðis:
Sandavágur (1) - Havnin (2)
Klaksvík (2) - Havnin (1)
Sandavágur (2) - Klaksvík (1)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder