Í juni varð boðað frá, at Guðmundur Joensen fór at gevast sum leiðari av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy eftir fimm ár í starvinum, og nú verður søkt eftir nýggjum leiðara at byrja skjótast gjørligt.
Ítróttaháskúlin í Suðuroy varð stovnaður í 2015 og fyrstu næmingarnar byrjaðu á skúlanum á heysti 2016. Ítróttaháskúlin hevur uppá stutta tíð ment seg til at verða eitt spennandi skúlatilboð, sum hvørt ár dregur til sín ung úr øllum landinum og uttan fyri landoddarnar.
Ítróttaháskúlin í Suðuroy ber formliga heitið Háskúlin í Suðuroy og er ein fólkaháskúli hvørs endamál er at veita ungdóminum kunnleika, fimi, og arbeiðshættir, sum stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini.
Kjarnuvirksemi á Ítróttaháskúlanum fevnir um ítrótt og adventure við fjøltáttaðari undirvísing í ymiskum ítróttagreinum, har bæði náttúran og bestu ítróttarhølir í landinum eru karmar fyri frálæruni. Á Ítróttaháskúlanum verður eisini undirvíst í samfelagsviðurskiftum og føroyskum máli.
Á Ítróttaháskúlanum ganga 48 næmingar á heyst- og várskeiðum. Heystskeiðið er 15 vikur og várskeiðið er 20 vikur. Starvsfólkahópurin telur fimm undirvísarar í fullum starvi, fýra undirvísarar í tímasettum størvum og ½ starv í bókhaldinum.
Leiðarin av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy er ábyrgdarpersónur skúlans og hevur evstu ábyrgd av skipanini av virkseminum á Ítróttarháskúlanum sum heild. Leiðarin hevur ábyrgd av fíggjarstýring og fyrisiting skúlans, umframt ábyrgdina av fakliga og námsfrøðiliga innihaldinum í Ítróttaháskúlanum, sum verður skipað og ment í samstarvi við starvsfólkahópin á háskúlanum. Leiðarin kemur eisini at luttaka í undirvísingini á skúlanum.
Umsókn skal sendast til stýrið fyri Háskúlan í Suðuroy í seinasta lagi mánadagin 1. vovember 2021 klokkan 12.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald