Lutakast um bólkabýti í Champions League var í Nyon í dag. Har gjørdist greitt, hvussu tey 32 liðini skulu spæla í kappingini komandi mánaðirnar.
Nakrir bólkar vórðu, sum síggja heilt opnir út á pappírinum, nakrir har tveir greiðir favorittar eru, og fleiri har heilt spennandi uppgerðir eru á skránni.
Bólkur A: Man City, PSG, RB Leipzig, Club Brügge
Bólkur B: Atletico Madrid, Liverpool, Porto, AC Milan
Bólkur C: Sporting Lissabon, Borussia Dortmund, Ajax, Besiktas
Bólkur D: Real Madrid, Inter Milan, Shakhtar Donetsk, Sheriff Tiraspol
Bólkur E: Bayern München, FC Barcelona, Benfica, Dynamo Kyiv
Bólkur F: Villarreal, Man Utd, Atalanta, Young Boys
Bólkur G: Lille, Sevilla, Salzburg, Wolfsburg
Bólkur H: Chelsea, Juventus, Zenit, Malmö
Dystardagur 1: 14. - 15. september
Dystardagur 2: 28. - 29. september
Dystardagur 3: 19. - 20. oktober
Dystardagur 4: 2. - 3. november
Dystardagur 5: 23. - 24. november
Dystardagur 6: 7. - 8. desember
Í samband við lutakastið fekk læknaliga toymi, ið fekk lív aftur í Christan Eriksen, í samband við EM-dystin í Parkini 12. juni, "UEFA President's Award", ið er ein serligur heiður, sum verður latin á hvørjum ári. Danski liðformaðurin Simon Kjær var eisini ein av teimum, ið fekk heiðurin.
Nakrir heiðrar fyri avrik í farna Champions League og í EM-endaspælinum vórðu eisini latnir. Størsta heiðurin fekk italski miðvallarleikarin Jorginho, ið vann báðar kappingarnar og var ein lyklaleikari í teimum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald