Nú ein tíma fyri kick-off er liðuppstillingin hjá liðunum kunngjørd til dystin á Aspmyra Stadion í Modø millum Glimt og KÍ.
Onki óvæntað er við liðuppstillingini hjá KÍ, sum í útgangsstøði spælir 4-3-3. Liðið sær soleiðis út:
Í málinum: Mathias Røsenørn. Í bakkketuni: Patrick da Silva, Heini Vatnsdal, Jesper Brink og Deni Pavlovic. Á miðjuni Jákup B. Andreasen (l), Jóannes Bjartalíð og Rene Shaki Joensen. Og frammi: Claes Kronberg, Páll Klettskarð og Mads Boe Mikkelsen.
Agnar Prestá hevur ábyrgdina á venjarabeinkinum, nú Mikkjal Thomasen hevur leikbann.
Bodø/Glimt møtir eisini í sterkari uppstilling:
Í málinum Nikita Haikin. Verjan: Alfons Sampsted, Marius Høibråten, Brede Moe og Brice Wembangomo. Á miðjuni: Hugo Vetlesen, Elias Hagen og Ulrik Saltnes (l). Frammi: Ola Solbakken, Victor Boniface og Amahl Pellegrino.
Vanligi venjarin hjá Bodø/Glimt, Kjetil Knutsen, hevur eisini leikbann. Morten Kalvenes er skrásettur sum ábyrgdarhavandi venjari í dag.
Dysturin byrjar kl. 17 føroyska tíð.
(tekstur rættaður kl. 16.32. Odmar Færø er skaddur og byrjar ikki)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald