Lutakastið til bólkaspælið í Champions League hevur fyrr í kvøld verið í Nyon í Sveis.
Fótbóltsáhugaði kunnu síggja fram til nakrar áhugaverdar dystir næstu mánaðirnar - byrjað verður longur tíðliga í september.
Vanliga byrjar bólkaspælið í Champions League miðskeiðis í september og er liðugt beint undir tríggjar mánaðir seinni. Men av tí at HM-endaspælið í Katar byrjar 18. november, verður bólkaspælið hesuferð avgreitt uppá bert níggju vikur og byrjað verður um undir tvær vikur. Yvirlit yvir dystardagarnar sæst niðast.
Greitt er millum annað, at Robert Lewandowski skal møta sínum gamla felagi í einum spennandi bólki C. Ensku feløgini eiga øll at spæla seg víðari - Manchester City, ið jagstar sítt fyrsta Champions League-steyp, er millum annað í bólki við FCK
Hesir eru bólkarnir - raðfylgjan er eftir hvar liðið varð styrkismett:
Bólkur A:
AFC Ajax
Liverpool FC
SSC Napoli
Rangers FC
Bólkur B:
FC Porto
Atletico Madrid
Bayer Leverkusen
Club Brügge
Bólkur C:
Bayern München
FC Barcelona
Inter Milan
FC Viktoria Plzen
Bólkur D:
Eintracht Frankfurt
Tottenham Hotspur
Sporting Clube de Portugal
Olympique de Marseille
Bólkur E:
AC Milan
Chelsea FC
FC Salzburg
Dinamo Zagreb
Bólkur F:
Real Madrid
RB Leipzig
FC Shakhtar Donetsk
Celtic FC
Bólkur G:
Manchester City
Sevilla FC
Borussia Dortmund
FCK
Bólkur H:
PSG
Juventus
SL Benfica
Maccabi Haifa
Dystardagarnir:
Dystardagur 1: 6/7 September
Dystardagur 2: 13/14 September
Dystardagur 3: 4/5 October
Dystardagur 4: 11/12 October
Dystardagur 5: 25/26 October
Dystardagur 6: 1/2 November
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald