7-1 við Margáir, har NSÍ vitjaði og onga náði vísti, og 5-1 í Sarpugerði, har AB fyri aðru ferð uppá fýra dagar tapti við fýra málum.
Emil Weihe Joensen: - NSÍ spældi sera væl í kvøld
Harvið Víkingur og NSÍ greitt víðari úr 1. umfari steypakappingini, og 07 Vestur vann seg eisini í fjórðingsfinalurnar í gjárkvøldið. Hetta við 1-0 sigri á heimavølli móti Skála.
NSÍ, Víkingur og 07 Vestur leggjast afturat KÍ, B68, HB B36 og FC Hoyvík, ið sigraðu mikukvøldið. Hoyvíkingar eru sum teir einastu úr 1. deild í fjórðingsfinalunum
Sí eisini: Fýra greiðir sigrar - FC Hoyvík vann eftir longda leiktíð
FC Hoyvík skal ein túr í Sarpugerði síðst í mánaðinum. Steypavinnararnir úr KÍ skulu spæla á Svangaskarði, NSÍ vitjar í Vágum, og HB og B36 bresta saman í Gundadali.
Fjórðingsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verða spældar mikduagin 29. apríl og hósdagin 30. apríl
HB - B36
Víkingur - FC Hoyvík
B68 - KÍ
07 Vestur - NSÍ
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald