Fyrru dystirnir hjá føroysku liðunum í 1. umfari í Champions League og Conference League eru avgreiddir. Samanlagt eru bert trý mál komin í hesum fýra dystunum - øll í nógva hitanum í Andorra, har Víkingur vitjaði í gjár.
Steypavinnararnir vóru teir einastu, ið vóru á útivølli. Liðið úr Eysturkommunu var eisini tað einasta, sum tapti. Øll hini spældu málleysan javnleik. Úrslitini merkja, at øll liðini hava ein rímiligan møguleika at koma víðari; tó naka verri enn tá vikan fór í gongd.
KÍ hevur torførastu uppgávuna og kann renna seg í satt ódnarveður í Ungarn mikukvøldið. Føroyameistarnir kunnu irða seg nakað, um at teir ikki gagnnýttu møguleikarnir í heimadystinum, men fyrireika seg í løtuni til stóru uppgávuna móti Ferencvárosi við venjingarlegu í Vildbjerg í Danmark.
KÍ helt fast móti Ferncvárosi og burdi eftir møguleikum vunnið - tað hevði gjørt uppgávuna í Ungarn eitt sindur lættari at loysa (Mynd: Sverri Egholm)
B36 hevði fleiri støður í heimadystinum - onkursvegna skulu teir í hvítum vinna í Estlandi fyri at koma víðari (Mynd: Sverri Egholm)
Víkingur nýtir heimavøllin til KÍ til uppgávuna móti Inter Club D'Escaldes. Brossparkið hjá Sølva Vatnhamar í 59. minutti í gjár gjørdi, at støðan hjá Víkingi undan hesum dystinum slett ikki er so galin. Dysturin við Djúpumýrar skal tó vinnast.
Lagnan hjá B36, í mun til 2. umfar, verður avgjørd, tá fyrsta bríksl verður hjá Víkingi - uttan so at tað endar í longdari leiktíð og kanska eisini brotssparkskapping í Estlandi. Tað er ein møguleiki fyri tí, og í slíkum støðum er B36 sterkt søguliga. Heimavøllurin og dystargongdin mikukvøld ger, at teir í B36-leguni ikki eru heilt nøgdir við útgangsstøði. Møguleikin er tó avgjørt til staðar.
Tað er hann eisini hjá grannunum í Gundadali. 0-0 á heimavølli í "fyrra hálvleiki", og harvið skal HB gera nakað, ið felagið bert einaferð hevur gjørt áður: Gera arbeiði liðugt á útivølli. Í 2021 hevði HB vunnið 4-0 í fyrra dystinum á heimavølli, tá liðið kom víðari. Í gjár á Tórsvølli vóru tó tekin um, at HB kann koppa Derry City.
Seinnu dystirnir hjá føroysku feløgunum í evropeiskari kapping
Mikudagin 19. juli, Budapest - Champions League
17.00: Ferencvárosi - KÍ (0-0)
Hósdagin 20. juli - Conference League
16.30: Paide Linnameeskond - B36 (0-0) - Spældur í Tallinn
19.00: Víkingur- Inter Club D' Escaldes (1-2) - Spældur í Klaksvík
19.45: Derry City-HB (0-0) - Derry
Televarpið vísir allar dystirnar í Conference League. Óvist er enn, hvussu verður við dystinum í Champions League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald