Í gjár, týsdagin 2. apríl, gjørdist greitt, hvussu spælast skal í 1. umfari í steypakappingini hjá monnum, sum er á skránni mikudagin 24. og hósdagin 25. apríl.
Tað var Albert Ellefsen, ið stóð fyri lutakastinum í Televarpinum, og fyrsta lið, sum kom úr bollanum var NSÍ, ið fer beinleiðis víðari til fjórðingsfinalurnar.
Síðani varð trekt til dystirnar í 1. umfari, og nú er greitt, hvørjir dystir verða spældir 24. apríl, og hvørjir dystir verða spældir 25. apríl, sum er flaggdagin.
Mikudagin 24. apríl
FC Suðuroy – TB
KÍ – HB
B71 – AB
FC Hoyvík – Víkingur
Hósdagin 25. apríl (flaggdagin)
EB/Streymur – 07 Vestur
B36 – Skála
B68 – ÍF
Hetta hevur samstundis við sær, at tillagingar eru gjørdar í landskappingini í bæði 1. deild og í Betrideildini.
Í 1. deild er dysturin millum FC Suðuroy og B71, sum skuldi vera sunnudagin 21. apríl, framskundaður til leygardagin 20. apríl.
Í Betrideldini verða dystirnir í 7. umfari millum 07 Vestur og HB, og Skála og B68, sum skuldu vera sunnudagin 28. apríl, fluttir til mánadagin 29. apríl, meðan dysturin millum EB/Streym og KÍ er fluttur til týsdagin 30. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald