2019-04-23 16:48
Skírishósdag fóru fimm lið hjá SÍF/Søljuni til Danmarkar at taka lut í hondbóltskappingini, Hillerød Påskecup 2019.
Umboðandi liðini í kappingini vóru D12, G12, D14, G14 og D16. Samanlagt taldið ferðaliðið 60 fólk úr øllum bygdunum í Vágum.
Tað gekst væl hjá liðunum, serliga hjá G14, sum vunnu gull og hjá G12, sum vunnu silvur. Jóhanna Jacobsen, málverji hjá G14, varð kosin besti leikari í finaluni, skrivar HSF.
Hondbóltsglaðu vágafólkini koma aftur til Føroya í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald