Fótbóltur

Solskjær fingið sekkin

Eyðmýkjandi tapið fyri Watford í gjár gjørdist seinasti dysturin hjá norðmanninum við róðrið í Manchester United. Hann var í starvinum í næstan trý ár. Micheal Carrick, ið hevur verið partur av venjaratoyminum, tekur fyribils yvir, áðrenn onnur fyribils loysn verður funnin.

Ole Gunnar Solskjær hevur havt góð tíðarskeið sum United-venjari, men maðurin, ið sum leikari tryggjaði felagnum Champions League-steypið í 1999, hevur einki steyp vunnið (Mynd: EPA)

Ole Gunnar Solskjær hevur havt góð tíðarskeið sum United-venjari, men maðurin, ið sum leikari tryggjaði felagnum Champions League-steypið í 1999, hevur einki steyp vunnið (Mynd: EPA)

2021-11-21 11:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Ole fer altíð at vera ein legenda í Macnhester United, og tað vit harmast um, at vit eru noyddir til at koma til hesa truplu avgerðina. Sjálvt um tær seinastu vikurnar hava verið eitt vónbrot, so skulu tær ikki fjala alt tað arbeiðið, hann hevur gjørt yvir tey seinastu trý árini fyri at endurbyggja grundarlagið undir langttíðar-viðburði

Soleiðis skrivar Manchester United á heimasíðu sínari fyrrapartin. Tað hevur ligið í luftuni í eina tíð, og síðani dystin í 12. umfari í gjár, hevur tað verið talan um ein spurning um tíð. United varð spælt av vøllinum í fyrra hálvleiki móti uppflytarunum og var heppið, at tað ikki var meira enn 2-0 - Watford var greitt omaná í millum annað málmøguleikum og misnýtti brotsspark. Innskifti Donny Van de Beek fekk lív í eftir stegðin, men United-liðformaðurin fekk seinna gula kortið tá hann misti bóltin sum aftasti maður og síðani takklaði Tom Cleverley. Móti endanum revsaði Watford við at skora tvær ferðir. 

4-1 tapið er eitt av eymýkjandi úrslitunum og avrikunum seinastu tíðina. Fyri ikki so langari tíð síðani vann Aston Villa uppiborið á Old Trafford, og tað hava Liverpool og Manchester City so sanniliga eisini gjørt. Í Champions League hava serliga málini hjá Ronaldo seint í dystum gjørt, at United av álvara er væl við í bólkinum, og trýstið á Ole Gunnar Solskjær er nógv vaksið seinastu tíðina. 

Norðmaðurin tók við eftir José Mourinho í desember 2018. Tað skuldi vera ein fyribils loysn, men eftir tríggjar góðar mánaðir fekk Solskjær starvið fast. Tað hevur verið nakað upp og niður síðani, men er komið í Champions Leagur hvørt ár og síðsta kappingarár endaði United á 2. plássi í Premier League og kom í finaluna í Europa League. Tó er einki steyp komið í hús undir Solskjær, og tað er eitt av tingunum, ið kosta honum nú.

Manchester United upplýsir, at Micheal Carrick fyribils tekur yvir, og tískil fer fyrrverandi miðvallari felagsins at standa á odda í Spania týsdagin, tá United hevur eina ógvuliga týðandi Champions League-uppgávu móti Villareal. 40-ára gamli Carrick hevur verið partur av venjaratoyminum hjá Solskjær. Hann skal tó bara venjari til ein onnur fyribils loysn verður funnin - ein venjari sum skal hava róðrið restina av kappingarárinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder