2019-01-06 14:47
Við sigrinum hjá Manchester United yvir Reading í gjár í steypakappingini, javnaði norski venjarin, OIe Gunnar Solskjær, eitt 76 ára gamalt met hjá felagnum.
Manchester United vann 2-0 á Reading við málum hjá Juan Mata og Romelu Lukaku, og við sigrinum hevur liðið vunnu fyrstu fimm dystirnar undir nýggja venjaranum.
Hetta hevur felagið ikki megnað síðani Sir Matt Busby gjørdist venjari hjá felagnum í 1946.
Ein heldur størri uppgáva stendur fyri framman næst, tá Manchester United spælir móti Tottenham. Vinnur Manchester United tá, eigur Ole Gunnar Solskjær metið einsamallur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald