Fótbóltur

Solskjær vann á Mourinho

Liverpool vann undirhaldandi grannauppgerðina, Leicester hongur framvegis í, og Chelsea megnaði at reisa seg.

Solskjær og United vóru omaná tá Mourinho og Spurs vóru á vitjan. (Mynd: EPA)

Solskjær og United vóru omaná tá Mourinho og Spurs vóru á vitjan. (Mynd: EPA)

2019-12-04 22:22 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Seks dystir eru leiktir í Premier League í kvøld.

Leikt var upp til spennandi dyst á Old Trafford, tá Jose Mourinho vitjaði sín fyrrverandi arbeiðsgevera. Manchester United byrjaði dystin væl, og løgdu seg longu á odda eftir seks minuttir tá sera væl upplagdi Marcus Rashford skoraði. United var greitt omaná fyrsta hálva tíman, og høvdu fleiri naskar royndir, serliga var tað Rashford sum var vandamikil.

[object Object]

Rashford og Manchester United syrgdu fyri fyrsta tapinum hjá Jose Mourinho sum Tottenham venjari (Mynd: EPA) 

Seks minuttir fyri steðgin javnaði Dele Alli fyri Tottenham, tá hann hegnisliga snýtti tveir United leikara og skoraði trygt. Hetta var fyrstu ferð Spurs vóru vandamiklir í dystinum, og United liðið tóktist eitt sindur skakað tað síðstu løtuna fyri steðgin.

United byrjaði eisini seinna hálvleik betri, og løgdu seg á odda 2-1 fýra minuttir eftir steðgin, tá Marcus Rashford umsetti brotsspark til mál. United var omaná tað mesta av seinna hálvleiki, líka til teir síðstu minuttirnar, tá Tottenham fekk lagt eitt lítið trýst á United málið, men tó blivu teir aldrin heilt vandamiklir, og tað endaði við einum 2-1 sigri til liðið hjá Ole Gunnar Solskjær, ið veruliga trongdi til ein sigur.

Chelsea megnaði í kvøld at reisa seg eftir tapið ímóti West Ham í vikuskiftinum, tá teir vunnu 2-1 á Aston Villa. Tað vóru Tammu Abraham og Mason Mount, ið skoraðu málini hjá Chelsea, meðan Trezeguet skoraði málið hjá Aston Villa.

Leicester vann í kvøld sín sjeynda dyst á rað í Premier League, tá teir høvdu vitjan av Watford. Leicester vann dystin 2-0, við málum frá Jamie Vardy og James Maddison. Hetta var sjeyndi dysturin á rað, at toppskjúttin í Premeir League Jamie Vardy skoraði.

Tað var ein sonn málveitsla á Anfield í kvøld, tá grannauppgerð var ímillum Liverpool og Everton. Fyrsta máli kom longu eftir seks minuttir tá Divock Origi legði oddaliðið á odda. Tíggju minuttur seinni økti Xherdan Shaqiri til 2-0, áðrenn Micheal Keane minkaði um munin fimm minuttir seinni. Eftir ein hálvan tíma var Divock Origi aftur á blettinum, tá hann skoraði til 3-1. Beint fyri steðgin komu tvey mál afturat. Fyrsta var tað sera væl upplagdi Mané, ið skoraði til 4-1, áðrenn Richarlison skoraði til 4-2 í yvirtíðini av fyrra hálvleiki.

[object Object]

Mané var við einum málið og tveimum uppleggum besti maður á vøllinum í kvøld í grannauppgerðini á Anfield (Mynd: EPA)

Í seinni hálvleiki kom bert tað eina málið, hóast tað eisini vóru fleiri málmøguleikar eftir steðgin. Tað var Georginio Wijnaldum, ið skoraði til endaliga úrslitið 5-2, og setti harvið punktum fyri eitt undirhaldandi Premier League kvøld. Liverpool hevur vunnið 14 útav 15 dystum í Premier League og stevna beina kós ímóti fyrsta meistaraheitinum  síðan 1990.    

Í morgin eru tveir dystir á skránni har Sheffiel United tekur ímóti Newcastle, meðan Arsenal tekur ímóti Brighton.

Premier League, 15. umfar:
Crystal Palace – Bournemouth 1-0
Burnley - Manchester City 1-4
Chelsea - Aston Villa 2-1
Southampton – Norwich 2-1  
Leicester – Watford 2-0
Manchester United – Tottenham 2-1
Wolves - West Ham 2-0
Liverpool – Everton 5-2

í morgin:

Sheffield United  – Newcastle
Arsenal – Brighton

Støðan: 
1. Liverpool (43 stig)
2. Leicester (35 stig)  
3. Manchester City (32 stig)
4. Chelsea (29 stig) 
5. Wolves (23 stig)
6. Manchester United (21 stig)  
7. Crystal Palace (21 stig)
8. Tottenham (20 stig)
9. Sheffield United (19 stig)*
10. Arsenal (19 stig)* 
11. Burnley (18 stig)
12. Bournemouth (16 stig)
13. West Ham (16 stig)
14. Newcastle (16 stig)* 
15. Aston Villa (15 stig)
16. Brighton (15 stig)*
17. Southampton (15 stig) 
18. Everton (14 stig)
19. Norwich (11 stig)
20. Watford (8 stig) 

Ein dyst færri *

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder