Fyri tey sum ikki fylgdu so væl við LÍF og við 1. deild, var Sølvi Vatnhamar eitt rímiliga óskrivað blað í føroyskum fótbólti, tá hann trein inn á vøllin til fyrsta almenna dystin í søgu Víkings. Hetta var skírisdag, 20. mars, 2008 í Sørvági. Sølvi hevði nummar 10 á rygginum, spældi 120 minuttir og skeyt sjálvandi brotsspark í brotssparkskappingini.
Hon endaði við, at Sølvi Vatnhamar og Atli Gregersen brendu, so at 07 Vestur vann og fór víðari til fjórðingsfinalurnar. Hetta er á ein hátt lagnunnar speisemi, tí longu árið eftir vann Víkingur Løgmanssteypið - sítt fyrsta steyp. Og júst í steypakappingini hevur liðið úr Eysturkommunu verið heilt sterkt síni 17 ár: Níggju finalur og seks finalusigrar, harav fýra á rað (2012-2015) og síðst í 2022, tá Sølvi Vatnhamar við púra tryggum brotssparki seint í dystinum tryggjaði Víkingum gulli og koppaði KÍ, ið annars ikki tapti í Føroyum ta árið.
Ein rørdur Sølvi Vatnhamar eftir sætta steypagulli hjá Víkingi er komið í hús - liðformaðurin á degnum varð dystaravgerandi. Hann hevur havt møguleikar at skift til júst KÍ, men byggifrøðingurin valdi at halda fram í projektinum í Eysturkommunu, sum nú sær út til at geva meira gull (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Júst Sølvi Vatnhamar og Atli Gregersen eru størstu ímyndirnar á vøllinum fyri Víking. Ein leirvíkingur og ein gøtumaður. Báðir leiðarar á ymiskan hátt og við fjølbroyttum - og heilt ymiskum - fótbóltsdygdum. Fyrimyndir fyri ungar víkingar.
Atli Gregersen rakk 400 dystum í Betrideildini seint í 2022. Verjuskansin og liðformaðurin er eisini fýra ár eldri enn varaliðformaðurin hjá Víkingi, sum í kvøld spælir sín Betrideildardyst nummar 400, tá Víkingur tekur ímóti EB/Streymi - uttan so at Jóhan Petur Poulsen heilt óvæntað velur at spara Sølva Vatnhamar til dystin móti KÍ mikukvøldið.
Tað er tó ikki beinleiðis vantandi orka, ið eyðkennir 38-ára gamla leirvíkingin. Hann er ikki longur heilt á tindinum, men stórar partar av 2023 og 2022 var Sølvi so mikið góður, at hann varð valdur til ársins spælara. Víkingurin varð eisini toppskjútti bæði í fjør og fyrraárið, tá Víkingur endaði á 2. plássi.
Nú er tað gull og ikki silvur, ið Víkingur vil hava, og tað er ikki so langt á mál. Nú oddaliðið og KÍ hava seks dystir eftir, eru níggju stig og 31 mál ið skilja liðini. Vinnur Víkingur í dag, umframt móti júst KÍ í útsetta heimadystinum mikukvøldið, so kunnu Sølvi Vatnhamar og hinir hava fýrverk, og sjampanju til reiðar.
Betrideildin 23. umfar
Í dag, leygardagin 21. september
17.00:
Víkingur - EB/Streymur
B68 - KÍ
18.30: 07 Vestur - B36
Støðan í oddinum:
1. Víkingur 60 stig
2. KÍ 51 stig
3. HB 48 stig *
* Ein dyst fleiri
2016 og 2017. Hetta vóru tvær tær fyrstu ferðirnar, at álopskendi miðvallarin varð valdur til ársins leikara. Tá vann Víkingur meistaraheitið. Tá Sølvi fer framvið 400-markinum móti EB/Streymi í Sarpugerði í kvøld, fer Víkingur helst framvið egna felagsins stigametið frá 2016. Í fyrsta FM-árinum fekk felagið 61 stig. Í ár hevur liðið 60 av 63 møguligum stigum, og Víkingur hevur vunnið 33 av sínum seinastu 34 landskappingardystum.
Yngri spælarar hava aftur í ár tikið stóra ábyrgd fyri Víking, og Sølvi Vatnhamar hevur millum annað ikki havt líka stóran leiklut í málskjóting. Men tað er eingin ivi um, at snildi miðvallarin, ið nærkast teimum 40, framvegis hevur stóran týdning í Sarpugerði.
Sølvi Vatnhamar í ovfarakæti eftir eitt av sínum 145 landskappingarmálum higartil fyri Víking (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Fleiri føroyskir venjarar hava myndað tíðina hjá Víkingi og Sølva Vatnhamar. Jógvan Martin Olsen bygdi nógv upp í felagnum og vann fyrstu steypini, síðani komu Sigríður Clementsen, fleiri Løgmanssteyp og evropeisk framgongd, áðrenn Sámal Erik Hentze fekk FM til Eysturkommunu í 2016 og 2017. Síðani september 2020 hevur Jóhan Petur Poulsen á flottan hátt leitt Víking móti tindinum aftur - við Sølva sum lyklaspælara. Her síggjast Jóhan Petur, Sølvi og hjálparvenjarin Ólavur Mikkelsen (Mynd: Sverri Egholm)
Hansara gjøgnumbrot sum profilur í fremstu føroysku kappingunum, umframt sum landsliðsspælari, kom lutfalsliga seint. Eftir at hava verið burtur í lestrarørindum í fyrru hálvu í 2013 kom Sølvi aftur og smekkaði bóltin upp í longra málhornið í steypafinalu móti EB/Streymi. Hann hevði spælt fast áðrenn, men tað var helst umleið fyri stórum tíggju árum síðani, at Sølvi Vatnhamar staðfesti seg sum "stórspælara". Í 2014 kom gjøgnumbrotið á landsliðnum við millum annað upplegginum til Jóan Símun Edmundsson í Grikkaland.
Nú, nógv mál, upplegg og nógvar kilometrar seinni er spurningurin millum annað, hvussu leingi Sølvi Vatnhamar heldur fram afturat - ella hvussu leingi hann kann halda eitt høgt stig. Eftir kappingarenda í fjør skrivaðu partarnir undir sáttmála, sum er galdandi fyr 2025 eisini. Sølvi hevur havt møguleika at skift frá Víkingi fleiri ferðir - millum annað í tíðarskeiðinum har tað ikki gekst so væl hjá felagnum. Men trúfesti, ídni og vilja síggja nú út til at geva meira haldfast úrslit aftur: Eitt FM-gull og Champions League-fótbólt næsta ár.
Av teimum, sum hava spælt í fremstu røð í Føroyum, eru fáir, ið hava rokkið 400 dystum. Og lutfalsliga fáir hava samanlagt sett síni fingramerki líka nógv á føroyskan fótbólt og eitt felag í nýggjari tíð, sum Sølvi Vatnhamar hevur gjørt.
Sølvi Vatnhamar
05-05-1986
Í Betrideildini: Tvey FM-heiti (2016, 2017), Tvær ferðir toppskjútt (2022, 2023), Fýra ferðir ársins spælari (2016, 2017, 2022 og 2023 - hetta er met)
399 dystir, 145 mál, 56 gul kort - umframt nógv upplegg.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald